Í øldir hevur grindahvalurin hjálpt føroyingum at yvirliva í eini kargari náttúru. Sostatt standa føroyingar í stórari skuld til grindahvalin. Og nú, grindahvalurin kanska er hóttur, er stundin komin til at føroyingar rinda skuldina aftur.
Tað sigur heimskendi sjónvarpsverturin hjá BBC, og rithøvundurin, Sir David Attenborough, í nýggja grindafilminum, sum varð frumsýndur í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið. Hann er serliga kendur fyri eitt ótal av náttúrufilmum úr øllum heiminum.
- Í dag er tað ikki neyðugt at eta grind fyri at yvirliva. Heldur er grind ein gomul siðvenja, sum nú er vorðin til eina umstrídda matvørukelda, heldur hann.
David Attenborough heldur, at fyri tað um føroyingar gevast at eta grind, er tað ikki neyðugt hjá føroyingum at slíta tey sermerktu bondini ímillum fólkið og hvalin. Tað er heldur ein spurningur um at skilmarka tað av nýggjum.
Hann heldur, at grindahvalurin kann framvegis fáa eitt stórt virði fyri føroyingar, hóast hann ikki endar á døgverðaborðinum.
Tað kunnu føroyingar gera við at skipa eina hvalaferðavinnu, har fólk koma til Føroyar at hyggja at hvali, og soleiðis kann grindahvalurin framhaldandi vera við til at lívbjarga føroyingum, og soleiðis kunnu føroyingar vera við til at bjarga hvalinum, langt inn í framtíðina, heldur David Attenborough.
- Veruleikin er eisini, at tann dálkingin, sum nú hóttir hvalirnar, hóttir eisini tey fólk, sum eta teir, leggur hann afturat.