Føroyski Aron er danmarksmeistari í amboðsfimleiki

Leygardagin gjørdist Aron D. Jacobsen danmarksmeistari í DM í amboðsfimleiki. 

 

Eftir at hava kappast í øllum amboðum var Aron bestur samanlagt, og var tí All Around vinnari av kappingini.

Tað skrivar Føroya Fimleikasamband.

Aron er fyrsti føroyingur, sum hevur vunnið All Around kappingina í DM í amboðsfimleiki. 

– Vit eru sera stolt av honum og ynskja honum hjartaliga tillukku við flotta úrslitinum, skrivar Fimleikasambandið.