Føroysk lesandi stuðla Faroe Pride

– Vit eru enn ikki komin á mál, siga tey úr MFS, sum vilja vera við til at beina burtur allan mismun millum orsakað av kynsligum samleika

Á aðalfundi hóskvøldið samtykti felagið hjá føroyskum lesandi MFS yvirlýsing við heitinum “Allur mismunur skal beinast burtur”.

 

– Vit hava altíð verið sannførd um, at verulig javnstøða er fortreytin fyri tí góða samfelagnum – og eisini vegurin hagar, siga tey úr MFS.

 

Tí stuðla tey eisini Faroe Pride í ár.

 

– Vit vilja fegin nýta høvi at viðurkenna og virðismeta tað arbeiðið, eldsálirnar í LGBT hava gjørt seinastu tíggju árini – og framvegis gera. Hóast vit enn ikki eru komin á mál, so hava vit flutt okkum ómetaliga langt rætta vegin. Hetta skal fagnast og hátíðarhaldast, sigur MFS.

 

Næstu dagarnar fer ælabogin tískil at prýða sosialu miðlarnar og heimasíðuna hjá MFS.

 

Búmerkið hjá MFS:

 

##med2##