Í gjárkvøldið var borgarafundur á Selatrað, sum Sjóvar kommuna skipaði fyri. Fundurin varð hildin á gomlu smoltstøðini. 14 fólk møttu av Selatrað, og haraftrat vóru kommunustýrislimir, umsiting og tvey umboð fyri skótarnar.
Tað var Lisa Frederiksberg, forkvinna í trivnaðarnevndini, sum beyð vælkomin og bjóðaði øllum at fáa sær ein drekkamunn. Síðan stýrdi borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Artur Johansen, fundinum.
Nógv ymisk mál vórðu umrødd á borgarafundinum, eitt nú Skótadepilin, har Magni Laksfoss greiddi frá. Tosað varð eisini um bátabrúgvar, FIFA-vøllin, summarhúsøki og landsvegin norður á Selatrað.
- Samanumtikið ein sera positivur fundur, har fólkið á staðnum er fegið um virksemið, sum skótarnir hava í bygdini, og at Selatrað kann verða ein upplivingardepil, bæði fyri staðbundnað fólkið og ferðamannin, sigur Sjóvar kommuna.