Eftir meira enn tólv ár uttan fastbúgvandi fólk hevur Múli aftur fingið íbúgvar.
Sambært nýggjastu fólkatalstølunum hjá Hagstovu Føroya fluttu tvey fólk til Múla í juni. Tann 1. juli vóru tey skrásett at búgva í bygdini.
Hetta er fyrstu ferð í góð tólv ár, at Landsfólkayvirlitið vísir fastbúgvandi fólk í Múla.
Múli liggur norðast á eystursíðuni á Borðoynni og er partur av Hvannasunds kommunu. Bygdin fekk vegasamband í 1989, men hevur í nógv ár verið uttan fastar íbúgvar.
Við teimum báðum nýggju íbúgvunum er Múli ikki longur millum føroysku bygdirnar við ongum fólki.
Framvegis er eingin skrásettur at búgva í eitt nú Víkarbyrgi, Koltri og Nesvík.
Tað samlaða fólkatalið í Hvannasunds kommunu minkaði tó við 12 fólkum seinasta árið. Minkingin stavar serliga frá Norðdepli, sum misti 20 íbúgvar.
Kelda: Hagstova Føroya










