Fara at asfaltera í Hósvík

Kommunan heitir á fólk um ikki at seta nakað í vegin, sum kann órógva arbeiðið

 

Í Sunda kommunu vita tey í dag at siga, at ætlanin er at fara at asfaltera í Hósvík mikudagin í næstu viku.

 

- Arbeiðið, sum skal gerast, fevnir um Áarvegsbrekkuna og Garðsendaveg norður til Giljaveg, siga tey í kommununi.

 

Í samband við asfaltarbeiðið, heitir kommunan á fólk um ikki at seta nakað í vegin á nevndu vegastrekkjum, sum kann órógva arbeiðið.