Men skulu úrslitini halda fram, krevst ein sterkari skipan rundan um úrvalsítróttin.
Tað er ein av høvuðsniðurstøðunum í nýggju frágreiðingini Elite Sport in the Faroe Islands, sum Idrættens Analyseinstitut, IDAN, hevur gjørt fyri Ítróttasamband Føroya.
Greiningin kemur eftir nøkur ár við fleiri stórum føroyskum úrslitum. Hondbóltslandslið hava spælt seg til EM- og HM-endaumfør, U21-landsliðið hjá monnum vann HM-bronsu í 2025, og KÍ gjørdist í 2023 fyrsta føroyska fótbóltsfelagið í einum evropeiskum bólkaspæli.
Føroysk ítróttafólk hava eisini vunnið stór úrslit í HM, EM, OL og Paralympisku leikunum, og Føroyar vunnu Oyggjaleikirnar í 2025.
Greiningin er gjørd av Rasmus K. Storm, greiningar- og granskingarleiðara hjá IDAN, og Klaus Nielsen, professara emeritus á Birkbeck, University of London.
Teir staðfesta, at sterkur felagsskapur, sjálvboðið arbeiði, eldhugi og evnini at laga seg hava havt stóran týdning fyri føroysku úrslitini.
Men føroyska úrvalsskipanin hevur eisini veikleikar. Fyrisitingarliga orkan í fleiri sersambondum er avmarkað, og heimliga venjingar- og kappingarumhvørvið er í fleiri ítróttagreinum ov lítið til at menna bestu íðkararnar heilt upp á hægsta altjóða stig.
Ein onnur avbjóðing er fráfallið millum tannáringar – serliga gentur og ungar kvinnur.
Mæla til føroyska úrvalsmiðstøð
IDAN hevur fleiri ítøkilig tilmæli. Millum annað verður mælt til at tryggja úrvalsítróttinum størri og meira støðuga fígging yvir fleiri ár og at stovna eina føroyska úrvalsmiðstøð við felags serfrøði og stuðulstænastum.
Eisini eigur leiðsla, fyrisiting og venjaramenning at styrkjast, og betri møguleikar eiga at vera hjá úrvalsíðkarum at sameina ítrótt við útbúgving og arbeiði.
Harumframt verður mælt til at styrkja gransking og vitanardeiling, samstarva meira strategiskt við onnur Norðurlond og halda fram við arbeiðinum at kanna møguleikarnar fyri IOC-góðkenning.
ÍSF og Úrval fara nú at arbeiða víðari við niðurstøðunum og við, hvussu tilmælini kunnu gerast til ítøkilig átøk.
Kelda: Ítróttasamband Føroya / IDAN.










