Fólk deyð Kabul av álopi annan dag á rað

Hernaðarligur bólkurin Islamskur Statur hevur í dag tikið ábyrgdina fyri enn eitt álop í høvuðsstaðnum í Afganistan

 

Annan dagin á rað rakti álop, sum kravdi mannalív, eitt shiamuslimskt øki í Kabul. - Foto: Ali Khara/Reuters

Ein ógvuslig spreinging hevur í dag rakt eitt shiamuslimskt øki í høvuðsstaðnum í Afganistan, Kabul.

Tað skrivar fleiri lokalir miðlar sambært tíðindastovuni Reuters.

Tað er annar dagur á rað, at økið í Kabul verður rakt av álopi, sum krevur mannalív.

Í minsta lagi tvey fólk doyðu í dag, og onnur 13 fingu skaða. Í gjár doyðu átta fólk, og nógv fleiri vórðu særd.

Hernaðarligi bólkurin Islamskur Statur (IS) hevur tikið ábyrgdina av báðum álopunum.

Tað er eitt øki i vestara parti av afganska høvuðsstaðnum, sum seinastu tveir dagarnar hevur verið málið fyri álopunum hjá IS. Økið hýsir fleiri shiamuslimum, sum eru ein átrúnaðarligur minniluti í Afganistan.

Shiamuslimarnir eru í ferð við ársins størstu hátíð. Teir eru í heilaga mánaðinum Muharram, sum er í hásæti við Ashurainum.

Ashurain er tann týdningarmesti dagurin í árinum hjá shiamuslimum.

Hann verður hildin til minnis um imamin Hussein Ibn Ali, sum doyði martyrdeyðan í tí, sum í dag er Irak. Imamurin var abbabarn hjá profetinum Muhammed.

Talibanrørslan tók yvir stjórnarvaldið í Afganistan fyri skjótt einum ári síðani – tann 15. august í 2021. Síðani tá hevur IS herjað landið við fleiri álopum, sum hava kravt mannalív. Tey hava fyrst og fremst verið vend ímóti átrúnaðarligum minnilutum.

/ritzau/

 

 

Annan dagin á rað rakti álop, sum kravdi mannalív, eitt shiamuslimskt øki í Kabul. - Foto: Ali Khara/Reuters