Fólkatingið heldur ólavsøku í dag

Tað er neyvan fyri at halda føroyingar fyri spott, at onkur danskur myndugleiki á hvørjum ári heldur ólavsøku 29. juni. Men tað hava tey gjørt seinastu árini. Og í dag er tað av øllum sjálvt Fólkatingið, sum gjørdi ein brølara

Vónandi er tað tí, at tey ikki vita betur, og at onkur hevur sett ólavsøkuna skeivt í onkran kalendara. Men í dag er tað so Fólkatingið – tjóðarting dana – sum heldur ólavsøku, enntá á føroyskum, ein mánað ov tíðliga.

 

»Vi siger stort tillykke – eller til lukku - til Færøerne med nationaldagen i dag«, skrivar Fólkatingið á facebook í morgun, har tey heilsa føroyingum og tjóðardegi okkara – ein mánað ov tíðliga.

 

Ein snópisligur feilur, sum longu er rættaður á Facebook. Men ikki við eini umbering, bara við at strika heilsanina.