Fólkatingvalið 2016

Tað stundar móti fólkatingsvali í Danmark og eygleiðarar meta dagliga um, nær forsætismálaráðharrin fer at trýsta á valknøttin. Søguliga hevur fólkatingsvalið ikki líka stóran á áhuga millum manna í Føroyum sum løgtingsvalið, men hetta valið hevur ongantíð havt størri týdning enn just nú.  Tey seinastu 4 árini hava Føroyar havt 2 sambandsumboð, sum umboða Føroyar, tvey umboð, sum bæði tala fyri ES limaskapi.  Tíðin er nú komin til, at Føroyar eisini fáa eitt umboð, sum hevur eina sjálvstýrisáskoðan, og sum hevur eina aðra áskoðan á ES viðurskiftini enn núverandi umboð hava. Í hesum sambandi havi eg tikið avgerð um at bjóða meg fram til komandi fólkatingssval.

 

 

 

Hjartað hjá Danmark liggur Bruxelles

Danmark er limur í ES, meðan Føroyar standa uttanfyri hendan felagsskap. At hetta alsamt  gerst meiri trupult fyri viðurskiftini millum Føroyar og Danmark er sjón fyri søgn. Hjartað hjá dønum liggur í ES, og alt lóggávuvald í Danmark er rættað móti Bruxelles, og alsamt størri sjálvsavgerðarrættur verður fluttur av Christiansborg til ES. Hetta ger viðurskiftini millum Føroyar og Danmark sera trupul, tí vit eru ikki limir í ES. Um vit ikki eru á varðhaldi, verða ES direktivir og ráðsavgerðir smoydar niðuryvir Føroyar, sum vit als ikki kunnu góðtaka. Hetta er ikki ein gongd leið fyri Føroyar, og eiga vit at vera á varðhaldi yvirfyri hesari gongd, tí Føroyar eru ikki limur í ES og eiga heldur ikki at blíva tað. Hóast Føroyar enn ikki eru sjálvstøðugar, so hava vit heimtikið nógv lóggávuvald, bæði á fiskivinnuøkinum og vinnuøkinum, og tí er umráðandi, at fótonglar ikki verða lagdar fyri teimum møguleikum sum liggja her fyri Føroyar,  á hesum sera  vitalu økjum fyri  føroyska búskapin. 

 

 

 

Norðurlanda mál 

Sum norðurlendskur samstarvsráðharri havi eg eygleitt hesa gongd tey síðstu 4 árini, og  ES londini í tí norðurlendska samstarvinum hava øll sjóneykuna rættað mótvegis ES heldur enn móti norðurlondum. Hendan gongdin er ræðandi, tí vit gera okkum samstundis sera veik í noðurlendskum høpi og í arktiskum høpi. Tað eru fleiri dømi um, at vit í tí norðurlendska samstarvinum hava forðað fyri sera óhepnum avtalum, sum høvdu stillað føroyingar í eina trupla støðu. Eitt dømi er Arjeplog avtalan, sum eftir ætlan skuldi uppsigast. Varð hendan avtalan uppsøgd hevði tað kunnað fingið óhepnar  avleiðingar fyri autorisatiónina hjá heilsustarvsfólkum í Føroyum og harvið avmarkað teirra arbeiðsmøguleikar. Nú er málið steðgað til vit hava fingu greiðu á autorisatiónsspurninginum hjá føroyskum heilsustarvsfólkum. 

 

 

 

Føroyar vunnu á ES

Vð einum sterkum fiskimálaráðharra hjá Fólkaflokkinum vunnu Føroyar á ES í makreltrætuni. At Føroyar fingu okkara rættvísa býtið av markrelinum hevur verið við til at bjarga Føroyum og tí føroyska búskapinum. Somuleiðis hevur hetta  givið Føroyum  størri virðing og umtalu  á uttanríkisspolitiska pallinum. Føroyar kunnu í dag við uppreistari pannu føra ein virkan uttanrikispolitikk og vinna Føroyum størri atgongd til altjóða marknaðir. Okkum nýtist ikki longur at smæðast burtur í tí stóra selskapinum, og við sera dugnaligum embætisfólkum úr Føroyum hava vit fingu fleiri góðar avtalur í hús seinastu árini. Ístaðin fyri at lima Føroyar inn í ES felagsskapin, eiga vit at brúka alla orkuna uppá at fáa ein góðan fríhandilssáttmála við ES og betra um marknaðaratgongdina av føroyskum vørum á ES marknaðinum.

 

 

 

Arktiska økið

At danir eru heilhjartaðir yvir fyri ES síggja vit eisini í teirra arktiska politikki. Her hevur danski uttanríksráðharrin boðað frá, at ES eigur at fáa eygleiðarastatus í Arktiska ráðnum, og avgerðin um at geva ES fullan limaskap er uttan iva ikki langt burtur. Hetta er rættiliga djarvt av dønum, tí einasta orsøkin til, at danir yvirhøvur hava nakað at siga í Arktiska ráðnum er orsakað av Føroyum og Grønlandi. Vit eiga at leggja trýst á Danmark um, at Føroyar fáa sjálvstøðugan limaskap í Arktiska ráðnum. Tað er ikki nóg gott at sita undir liðini av danska uttanríkisráðharranum á fundum í Arktiska ráðnum og av náði kunnu vit fáa orðið. Hetta er mannminkandi, tí tað arktiska økið hevur alstóran týdning fyri Føroyar. Vit eiga at seta okkum greið mál fyri, hvat vit vilja við arktiskum politikki og sjálvstøðugur limaskapur má og skal á breddan. Vit kunnu ikki sum tjóð bara standa á síðulinjuni, meðan stórveldini ota seg meir og meir inn á økið hjá okkum í norðurhøvum. 

Tí er tað ongantíð so umráðandi sum just nú, at Føroyar fáa eina sjálvstýrisrødd í Fólkatingið, eina rødd, sum røkir áhugamálini hjá Føroyum og føroysku tjóðini.