Ford Consul Coupe GT frá 1973

Børge Due Sørensen í Hoyvík eigur ein 52 ára gamlan Ford Consul Coupe GT frá 1973

 

Grein úr Sosialinum 16. mai 2025:

 

Orsøkin til at Børge hevur keypt akkurát hendan bilin, er tann at hann hevur serliga góð minnir um júst hesar Ford Consul frá sínum ungdómsárum. Bæði hann sjálvur og onkur av hansara systkinabørnum høvdu slíkar bilar.

 

Eftir at hava leitað á netinum fann hann hendan Consul Coupe GT í Hollandi. Bilurin er upprunaliga komin úr Sveis. Børge keypti bilin í 2016 og fekk hann heim við Faroe Ship.

 

Bilurin var í hampiliga góðum standi, men hann hevur gjørt nakað við hann. Hann hevur t.d. skift  skermarnar framman, sum vóru rustaðir. Eisini er bilurin lakkeraður av nýggjum. Bilurin hevur originalt venyltak við upprunalitinum.

 

Hesin hevur 2.6 litra 6-syl. motor við 126 hk og óorginalan manuellan 5 trins gearkassa.

 

Consul er eitt gamalt bilmerki hjá Ford. Teir fyrstu Ford Consul vórðu gjørdir frá 1951 til 1962. Consul varð basismodellið, meðan Ford Zephyr og Ford Zodiac vóru tær fín-aru útgávurnar.

 

10 ár seinni, í 1972, kom ein heilt nýggjur Ford Consul, sum avloysti táverandi Ford 17M og 20M. Hesin fekst eisini í luksus útgávuni Ford Granada. Í 1976 fall Consul navnið burtur, og navnið var bert Granada.

 

Ford Consul og Granada vóru vælkendir bilar í Føroyum. Teir vórðu nógv brúkt-ir sum hýru-vogn-ar,  rut-u-bil-ar og sum politibilar. Teir vóru gjørdir sum sed-an, stat-ion-car og sum coupé. Granada vóru í 1985 avloystir av Ford Scor-pio.

 

Børge er limur í Føroya Ellisakførum, har hann hevur pláss í hølunum hjá felagnum  undir Gráasteini, men har hevur hann ein gulan Ford Mustang Boss frá 1971. Consulin hevur hann tí-skil heima í garasjuni í Hoyvík.

 

Børge er útbúgvin bilmekanikari og lærdi hjá Eyðbjørn Hansen við Varðagøtu. Hann koyrir við bilinum til flaggdagskoyring og til onnur tiltøk hjá felagnum.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

 

Anker Jørgensen vildi ikki hava Mercedes

 

Anker Jørgensen við gamla ráðharrabilinum, sum hann hevði í 1976. Tá hesin varð skiftur út við annan bil, var hann sendur til ríkisumboðsmannin í Føroyum, sum vanliga arvaði forsætisráðharrabilin, tá hann varð skiftur út

 

Tá Anker Jørgensen, fyrrverandi forsætisráðharri í Danmark vitjaði í Føroyum 23. mai 2002, stóð fyri honum ein gamal Ford Granada 3.0 Ghia uttan fyri Norðurlanda-húsið. Hetta var ikki ein tilvildarligur bilur, men gamli ráðharrabilurin hjá honum.

 

Anker greiddi frá, at tá hann gjørdist forsætisráðharri í 1972, vísti skrivstovustjórin í forsætismálaráðnum honum ráðharrabilin, sum var ein Mercedes. »Men den ville jeg ikke have«, segði Anker.

 

Hann vildi við hesum demonstrera. Hann vildi ikki koyra í einum fínum Mercedes, tí tað gjørdi Adolf Hitler eisini, tá hann gjørdi innrás í Pólland og Eysturríki.

 

Endin av hesum var at tann ungi ráðharrin Svend Auken fekk Mercedes bilin, meðan Anker fekk ein Ford, ein ”menigmandsbil” sum hann sjálvur tók til.

 

##med21##

 

 

Bilurin er ein Ford Consul hjá Martini Joensen, vanliga nevndur Martin á Borg, í Havn. Martin koyrdi hýruvognskoyring á bilstøðini Auto, samstundis sum hann var koyrilærari. Sum tað sæst á myndini, hongur skeltið “Skúlavognur” oman fyri nummarplátuna. Ford Consul vórðu framleiddir av Ford Motor Company í Ongland. Hetta modellið varð gjørt frá 1956 til 1962.

Bilurin á myndini er ein Ford Consul Fø5 hjá Alexander Dalfoss í Havn. Alexander flutti av Tvøroyri til Havnar at búgva í 1950. Nak­að eftir tað keypti hann sær hendan bilin og fer at koyra hýruvogn, og seinni bleiv hann eisini koyrilærari. Hes­in er tað fyrsta modellið av Ford Consul. Teir komu á markn­aðin í 1951. Fleiri av hesum vóru nýttir sum hýru­vogn­ar í Før­oy­um. Fólkini á mynd­ini eru f.v.: And­r­ias Dal­foss, dótt­­ir­­in Fina og son­ur­in Alexander, sum eig­ur bilin. Dreing­ir­nir í bil­­­i­num eita Flemm­ing og Kurt, sum Fina er mamma til. Myndaeigari: Hagbard Dalfoss

Bilurin er ein Ford Zod­i­ac hjá Ansgari Jen­sen hýru­vogns­­førara og koyr­i­læra­ra í Havn. Hesir Ford­ar­nir vórðu gjørd­ir í trimum ym­isk­um út­­gáv­um. Tann bíl­igasti var Ford Consul, síðan kom Ford Zep­hyr og so Ford Zodiac sum tann dýrasti og best út­gjørdi. Mynd­in er tikin yviri við Strond í Havn. Menn­in­ir á myndini eru f.v.: Ansgar Jensen og svágur hansara Petur Rasmussen av Sandi. Bilurin, sum er flagg­skrýdd­ur á myndini, var hvítur í erva og ljóst bláur í negra. Myndaeigari: Bergur Jensen