Forlan skjeyt Uruguay til sigurs

Í sínum landsdysti nummar 100 fyri Uruguay eydnaðist tað Diego Forlan at skjóta avgerandi málið í dystinum móti Nigeria.

 

Uruguay kom á odda aftaná 20 minuttir, tá Diego Lugano kom at standa púra leysur í fimm metrinum og kundi illa annað enn at skjóta bóltin í málið. Sjey minuttir fyri hálvleik javnaði Chelsea miðvallarin John Obi Mikel, tá hann sneiddi framvið verjuspælara og sendi bóltin í málhornið.

 

Avgerandi løtan kom seks minuttir inn í seinna hálvleik. Luis Suarez og Edinson Cavani stóðu fyri uppspælinum, so Diego Forlan kundi medda bóltin upp í nettakið til 2-1. Hetta var landsdystur nummar 100 hjá fyrrverandi Manchester United og Atletico Madrid framherjanum.

 

Nigeria trýsti fyri at fáa útjavnandi málið, men tað eydnaðist ikki. Bæði Nigeria og Uruguay hava trý stig fyri tveir dystir.

 

Confederations Cup 2013:

Nigeria – Uruguay 1-2(1-1)

0-1 Diego Lugano, 19

1-1 John Obi Mikel, 37

1-2 Diego Forlan, 51

 

Bólkur B:

1. Spania 6

2. Nigerian 3

3. Uruguay 3

4. Tahiti 0