Formaðurin er komin í eitt »dilemma«

Eg fari enn eina­ferð at heita á menta­málaráðharran um at fáa greiðari regl­ur viðvíkjandi Ment­anargrunninum, greiðari lógir, so vit sleppa und­an hesum skilaleysa játtanarpolitikki sum verið hevur seinni árini, ella síðan Ment­anargrunnur Landsins fór at virka, skrivar Ólavur í Beiti, rithøvundur í við­merking til kjakið um Mentanargrunn Landsins

Ólavur í Beiti, rithøvundur



Nú sá eg tíverri ikki Ment ana rtáttin í Svf, tá hann var sendur fríggjakvøldið, men tað eru ráð fyri tí, tí úti á heimasíðuni hjá Kringvarpinum eru møgu leikar at fáa sendingina niður á telduna, og har var aftur tikið afurí aftur starvslønarprátið, sum verið hevur í seinastuni.
Formaðurin sigur at enda í samrøðuni nakað sera sera áhugavert, og tað er, at hann er komin í eitt »dilemma« ikki yvir fyri Jústinus L Eidesgaard, men yvir fyri Føroya fólki.
Hann sigur, at søkir Jústin us L Eidesgaard um starvsløn til komandi fund, so fara fólk at siga, um Jústinus ikki fær, at Mentanargrunnurin revsar hann, og fær hann, ja so fara fólk at siga, at tað loysir seg at finnast at!
Hetta var sera áhugavert, at formaðurin steig nøkur fet her niður í henda jarðarheim, tí hetta er nakað sum vit onn ur skilja, og hetta er eisini júst soleiðis sum vit onnur leggja alt hetta út sum vit hava sæð seinastu dagarnar!

Eftir hvønn fund
Men eg kundi hugsað mær, at hetta er eisini júst sama »dilemma« formaðurin er í eftir hvønn fund, tá umsóknir um starvsløn hava verið til viðgerðar!
Formaðurin heilsar jú upp á hesar afturvendandi høv undarnar dagliga á Havn argøtum!
Ikki sannheit!
Men ikki fyrr enn listin var almennur, nústani er formaðurin í einum dilemma yvir fyri Føroya fólki, áðrenn hevur tað bert verið yvir fyri teimum, sum hann aftur og aftur játtar til, og sum hann hittir javnan í Havn!
Teimum sum hann er ment anarfaðir at!

Úrvaldir høvundar
Nú hava vit hoyrt formannin í Fimmaranum, í Sjónvapinum og sæð eitt aftursvar frá hon um í Sosialinum, og út frá hesum fái eg ikki ann að enn spurt formannin fyri Mentanargrunnin ein spurning:
Ætlar Mentanargrunnurin, at bert høvundar sum grunn urin játtar starvslønir til og sum vit hava sæð á listanum skulu skriva í Føroyum?
Hevur grunnurin lagt sær eina strategiska ætlan, at bert hesir høvundar skula fáa pening ár undan ári?
Er tað veruliga hetta, sum Mentanargrunnurin vil?!
Og vit kundu eisini spurt, at tá ein høvundur søk ir um eitt ára starvsløn til eitt verk, og hann ikki verður liðugur við tað, skal so Mentanargrunnurin last ast fyri tað? Skal so Mentanargrunnurin bøta fyri tað? Skal Mentanargrunnur in so hanga upp á tað og játta til høvundin verður liðugur?
Er tað soleiðis tað hongur saman?!

Fimmarin
Heimasíðan hjá kringvarp inum hjálpti mær eisini við Fimmaranum. Tað er alt so lætt í dag, tøknin hevur gjørt alt somikið lættari, og fært tú ikki stundir at fordjúpa teg í eini sending, tá hon verður send, ja so tekur tú hana bara niður á telduna og spælir hana so ofta tær lystir seinni. Soleiðis var eisini við Fimmaranum, tí eg var spentur at hoyra júst henda Fimmaran!
Men eg gjørdist skjótt eitt sindur órógvaður av at hoyra formannin í Ment anargrunninum, tí hann var í so svárari neyð, og alt var ein tvístøða at hoyra!
Tí var tað eisini at eg tók mær Fimmaran niður og havi hann á RealPlayer á telduni og havi spælt hann umaftur nakrar ferðir at vita, um eg kundi fáa nakað burturúr tí, sum formaðurin segði!
Um eg fann ein reyðan trá ella eina ætlan ella eina grund at játtað verður til ein, og ikki ein annan!
Onkur hevur sagt eftir Fimm aran, at hatta var ein hálur formaður!
Ein annar hevur sagt, at har var hvørki høvd ella hali á tí, ið formaðurin førdi fram!
Uppaftur ein annar, at has in formaðurin ljóðaði ikki at vera serliga væl fyri henda dagin!
Hetta eru alt føroyingar, vanligir borgarar, sum for maðurin sigur seg verða komn an í »dilemma« av!

Lógin greiðari
Og eg sigi tað sama, og eg sigi eisini, at vit mugu hava eina nógv greiðari lóg fyri Mentanargrunnin so ikki sami skilaleysi játt­anarpolitikkur verður førdur, sum er førdur higartil!
Tað eigur at standa greitt í lógini um grunnin, at trý ára starvslønin verður veitt einaferð til somu verk ætl an!
Og tað eigur eisini at standa greitt í lógini, at eitt ára starvslønin verður bert veitt einaferð til sama verk ella verkætlan!
Og tað eigur at standa greitt í lógini viðvíkjandi tíðarskeiðum undir eitt ár, hvussu nógvir mánaðir aftrat kunnu í mesta lagi veitast til sama verk ella verkætlan!

Ein kapasitetur
Tað ringdi ein dama inn til Fimmaran, sum Dan Reinert Petersen segði um, at hetta er ein kapasitetur! Henda daman hevur sitið í fleiri nevndum upp gjøgnum árini, og hon situr kanska enn i onkrum teirra, eg veit tað ikki, men hon hevur so sitið í nevndini, sum instillar til stóru norðurlendsku virðis lønina!
Daman legði áherðslu á, at annar av høvundunum í Fimmaranum fekk »næstan« hesa virðisløn, so hetta átti at verða ein sera »stórur« høvundur, skuldi áhoyrarin vita!
instillaðir verða, fáa »næstan« hesa virðis løn!
Men tað er bert ein, sum fær hana, onkuntíð tveir!
Síðani hoyrdu vit hesa damu, sum sigst verða ein kapasitetur, so niðurgera og undirmeta og eyðmýkja allar aðrar bókmentir enn tær, sum hon instillar til norðurlendsku virðislønina. Vit sóu rættiliga innvølin í hesum persóni, og fingu aft ur eina áminning um, hvussu ómetaliga umráðandi tað er, at vit í Føroyum fáa røttu persónar til røttu nevndirnar, so vit ikki aftur og aftur gera okkum fyri skommum og innstilla bert tað, sum tvassar í sama runudýki!
Fleiri ferðir áður havi eg víst á hetta, bæði í greinum og bókum, men tað tykist ikki sum ger tað mun!

Áheitan
Men eg fari enn einaferð at heita á mentamálaráðharran um at fáa greiðari regl ur viðvíkjandi Mentanar grunninum, greiðari lógir, so vit sleppa undan hesum skilaleysa játtanarpolitikki sum verið hevur seinni árini, ella síðan Mentanargrunnur Landsins fór at virka. Og eisini fáa greiðari reglur viðvíkjandi, hvussu leingi ein formaður sleppur at sita sum formaður, og tó ikki meiri enn 3-4 ár. Ja kanska tú kundi sagt at hann skal ikki sita longur enn at játta eina trý ára starvsløn!
Og eg ivist onga løtu í, at mentamálaráðharrin hevur fylgt við skrivingini, ið verið hevur, og eisini tí sum komið er fram í loftmiðlunum, tí hetta er ikki minni týðandi mál fyri okkara mentan enn so mong onnur mál, ja eitt sera týðandi mál eisini!
Okkara opna andlit út eft ir!