Formaðurin: Helst sterkasta liðið í søguni hjá HB (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna sum var við formannin í HB, Kaj Leo Holm Johannesen í Gullradio-sendingini seinnapartin

Millum gestirnar í Gullradio sendingini hjá FM1 seinnapartin var formaðurin í HB, Kaj Leo Holm Johannesen.

Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at liðið hjá HB anno 2018 helst er sterkasta liðið HB hevur havt í drúgvu søgu felagsins.

Kaj Leo átti sín stóra lut í, at Heimir Guðjónsson gjørdist høvuðsvenjari hjá HB, og hann heldur, at kollveltingin Heimir hevur framt er ikki so ólík kollveltingini rumenski venjarin, Ion Geolgau stóð fyri í 1998, tá Kaj Leo var málmaður hjá besta liðnum hjá HB.

Sum gamal málmaður gevur Kaj Leo núverandi málmanninum, Teiti Matras Gestssyni skoðsmálið, at hesin er besti málmaðurin nakrantíð í søguni hjá HB. 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var við HB-formannin í Gullradio-sendingini á FM1 seinnapartin.