Jan Otto Holm, formaður í HB, vil ikki svara spurninginum, um Julian Hansen framvegis stendur við róðrið, um verandi føroyameistararnir tapa fyri B71 í kvøld. Tað er einki svar. Nevndin hugsar bara um at venda skútuni, og tað verður við Julian Hansen sum venjara. - Nevndin hevur framvegis ikki viðgjørt spurningin, um vit skulu finna annan venjara. Tað er eingin orsøk til, tí tað eru framvegis nógv stig at spæla um, og vit hava álit á, at tað fer at eydnast við Juliani Hansen sum venjara, sigur Jan Otto Holm.
Skeivt endurgivin
Tað er okkurt sum bendir á, at tað er innanhýsis ósemja í HB. Fremst av øllum, tí íslendski Tórður Hreidarsson varð sendur til hús. Eftir tapið fyri KÍ í Gundadali síðsta vikuskiftið, varð Hendrik Rubeksen endurgivin fyri at siga í Dimmalætting, at ?vit hava besta málverjan í landinum í hópinum, og hann situr uttanfyri, og tað skilji eg ikki?.
Jan Otto Holm, formaður, sigur, at talan er um misskiljingar.
Søgur eru um, at Tórður Hreidarsson vísti óhøviskan atburð, og HB sendi hann tískil til hús. Passar tað?
- Tórður Hreiðarsson er loystur úr sáttmálanum, og seinasta orðið er sagt í málinum, sigur formaðurin.
Kunnu tit góðtaka, at Hendrik Rubeksen sigur alment, at venjarin velur skeiva manning?
- Hendrik Rubeksen var skeivt endurgivin, og hann hevur ikki sagt hatta. Tað er skjótt at vera skeivt endurgivin, og tað kann koma fyri. Annars loysa vit slík mál innanhýsis, og tað er ikki meira at siga um tað, svarar Jan Otto Holm, formaður í HB.
Tit hava knýtt Teit Gestsson at hópinum. Er tað ein ábending um, at Heðin Stenberg ella Marcin Dawid skifta felag eftir summarsteðgin?
- Nei. Teitur Gestsson er ein ungur og dugnaligur málverji, og hann ynskti at skifta til HB. Vit hava onga orsøk at vísa tilboðnum aftur. Ætlanin er ikki at gera broytingar í hópinum, men vit hava altíð eyguni opin og fylgja við, hvat fer fram á marknaðinum, sigur Jan Otto Holm, formaður í HB.