Fortuna átti skuldina

Á www.soccernet.com er atkvøðugreiðsla, har lesarar kunnu siga sína meinin um, hvør átti skuldina av taptu finaluni. Talan er um multiple choice spurning, har svarmøguleikarnir eru fýra í tali. Didier Drogba, John Terry, Avraham Grant og frúgvin Fortuna. Og her tað tann seinasta nevnda, sum fær flestu atkvøðurnar, nevnliga 45%. Didier Drogba hevur 26%, John Terry 22% og annars útskeldaði Avraham Grant fær 8% av atkvøðunum.