Forvitnislig jólakonsert á Reinsarínum

Fríggjakvøldið verður forvitnislig jólakonsert á Reinsarínu í Havn

Komandi fríggjakvøld verður serstøk jólakonsert á Reinsarínum í Havn.

 

Tey, sum fara at spæla, vera Bjøllubandin, ið er eitt slag av einum húsaorkestri mannað við so kendum nøvnum sum Benjamin Petersen, Knút Háberg Eysturstein, Per Ingvald Petersen og Mikael Blak, umframt Døgg Nónsgjógv, Kristian Blak og Flammu.

 

Jólakonsertin er bert ein av mongu konsertum á Reinsarínu í jólamánaðinum, har aðrar konsertir  telja nøvn so sum Marius, Kára P. og Ave.