Fríða Eysturoy um Múrin

Planetin spyr fólk við Múrin um tiltakið Hví ert tú við Múrin?

Tí tað er spennandi, og so er tað øgiliga gott, at tey hava okkurt til fleiri aldursbólkar.

 

Hvar býrt tú við Múrin?

Vit koyra ímillum til Havnar.

 

Hvat er tað besta?

Pipar og Salt var stuttligt, og gyklaralandið er eisini gott.

 

Hvat er tað ringasta?

Onki.

 

Er tað nakað tú gleðir teg serliga til?

Týr og Ace of Base.

 

Hevur tú skorað við Múrin?

Nei, tað er yvirstaðið. Og tað er eisini rættiliga langt síðan.

 

Ert tú bilsin av nøkrum?

Støddin av økinum. Tað er øgiliga stórt, so tað er torført at siga, hvussu nógv fólk eru.

 

Hevur tú fingið svínakrím?

Nei. Eg ansi eftir.

 

Verður tú allar dagarnar?

Vit vóru í fríggjadagin og vera eisini eina góða løtu í dag.