Orðabøkur liggja stáplaðar ein omaná aðra á borðinum. Spanskt -danskt, danskt-føroyskt. Eisini eru aðrar bøkur at síggja. Við borðið situr Susana Mojica de Durhuus. Hon er 30 ára gomul og kemur úr Meksiko. Seinasta hálva árið hevur hon búð í Føroyum saman við manninum Jón. Og nú er hon eisini farin í holt við at læra seg at tosa føroyskt.
? Eg læri meg føroyskt heima við Jón. Harafturat gangi eg í skúla uppi í Hoydølum tvær ferðir um vikuna, greiðir Susana frá. Enn dugir hon ikki nógv føroyskt, so Jón, sum er fyrrverandi spanskt lærari er tulkur.
Serliga heldur Susana, at tað er úttalan, sum er torfør.
? Tit hava bókstavar og ljóð, sum ikki eru til á sponskum, og tað er tað, sum er ringt at úttala. Men eg dugi at lesa eitt sindur á føroyskum nú, men ikki so væl at tosa. Eg vil tó ógvuliga fegin læra málið.
Stórur munur
At koma úr stóra Meksiko til lítlu Føroyar er sjálvandi ein broyting. Í býnum, Vera Cruz, sum Susana kemur frá búgva eini 4-500.000 fólk.
? Eisini veðurlagið er øðrvísi. Í Vera Cruz er heitt alla tíðina. Um summarið eru eini 30 hitastig og um veturin liggur tað um 15, greiðir Susana frá. Av og á hyggur hon yvir á Jón, sum nikkar samtykkjandi.
? Tað er øðrvísi at koma til Føroya. Ikki betri, heldur ikki verri, men bara øðrvísi. Men Meksiko fer altíð at vera mítt heimland.
Susana vísir á, at í Føroyum er so friðarligt, næstan ongin kriminalitetur.
? Í Føroyum eru nógv góð ting. Her er ikki so stressandi, sigur hon og smílist.
Susana og Jón rokna ikki við, at Føroyar verða staðið har tey altíð fara at búgva. Heldur vænta tey, at tey fara at ferðast nógv aftur og fram ímillum londini bæði, sjálvt um ferðaseðilin ikki bara kostar lummadust. Um ein ynskir at flúgva yvir til Meksiko og aftur til Føroya skal ein vænta, at ferðaseðilin kemur at kosta umleið 10.000 krónur fyri hvønn. Men tað er eisini alt eftir, hvørjum flogfelag ein flýgur við, og hvør tíðin á árinum er.
Matur
Serføroyska matin er eisini nakað, sum Susana hevur roynt. Hon sigur seg hava etið bæði grind, ræst kjøt og fugl.
? Mær dámdi væl grind, og eg haldi, at tann kókaða smakkaði betri enn tann turra. Harafturat hevur hon eisini roynt grindabúff, og tað dámdi henni eisini væl. Fuglur sum eitt nú havhestur, lunda og lomviga hevur eisini kitlað smakkikertlarnar hjá Susanu.
? Smakkar gott, sigur hon smílandi á føroyskum.
Í Meksiko verður seyðakjøt eisini etið, men tað verður viðgjørt á ein heilt serligan máta.
? Smakkurin í føroyska matinum er sterkur. Tað er hann eisini í Meksiko, men á ein annan hátt.
Latínamerikanskan klubb
Tað eru ikki so heilt fáar latínamerikanskar kvinnur í Føroyum. Í øllum førum eru tær nóg nógvar til at hava sín egna "klubb". Tær eru eini 5-6, sum møtast regluliga, umframt aðrar, sum eisini eru við viðhvørt.
- Klubburin er góður fyri allar. Hann hjálpir okkum at vera her. Vit tosa nógv har, og vit tosa um alt. Um onkur av okkum hevur trupulleikar, so kann hon altíð venda sær til eina av hinum, greiðir Susana frá.
Tær hittast umleið einaferð um mánaðin. Um onkur hevur føðingardag ella tá okkurt serligt er á vási, so koma tær eisini saman, og ofta gerst tað til fleiri ferð enn einaferð um mánaðin.
- Um onkur veit, hvar góð heit klæðir eru at fáa, so hjálpir hon hinum. Og um onkur er betri til okkurt enn hinar, so hjálpir hon teimum.
Útbúgvin lívsevnafrøðingur
Í Meksiko býr familjan hjá Susanu á einum garði. Hon hevur foreldur og tvey systkin, umframt mostrar, fastrar, pápa- og mammubeiggjar, sum henni leingist nógv eftir.
- Eg eri útbúgvin lívsevnafrøðingur. Í Meksiko arbeiddi eg á verksmiðjuni, Herdez, sum er størsta verksmiðjan av sínum slagi í Meksiko. Har var eg framleiðslustjóri.
Herdez framleiðir djús, sósir, grønmeti, súltutoy, fruktir og mangt annað í konservesdósum.
Allar tropiskar fruktir, sum vaksa í Vera Cruz verða framleiddar til dósamat. Mango, ananas, perur, súrepli og so framvegis. Harafturat verður djús eisini gjørt burturúr øllum fruktunum.
Eisini hevur Susana arbeitt á verksmiðjuni Cuétara, sum framleiðir keks.
Men sjálvt um Susana hevur útbúgving, so er tað torført hjá henni at finna arbeiði í Føroyum, og halda bæði hon og Jón, at tað kemst av, at hon enn ikki dugir málið.
Jól í Føroyum
Hetta er ikki fyrsta ferðin, at Susana er í Føroyum. Hon hevur verið her fleiri ferðir fyrr. Men fyrsta ferðin hon nakrantíð sá kava var í Føroyum, og tað var tá hon var á vitjan í 1999.
? Fyrsta ferðin eg var í Føroyum var á jólum, so eg havi hildið jól her fyrr, og tað dámdi mær væl. Alt var nýtt og spennandi. Vit verða eisini í Føroyum og halda jól í ár.
? Annars, so hava vit eisini kava í Meksiko. Bara tað er har norðuri í landinum. Mær dámar væl kava og kuldan, greiðir Susana frá, sum enn einaferð peikar á, at tað er ógvuliga heitt, har hon kemur frá.
Hon sigur, at foreldrunum dámar lítið, at dóttirin er so langt vekk. Og tey hava eisini ætlanir um at koma til Føroya at vitja. Men tey vildu heldur havt, at hon búð í Meksiko.
Væl móttikin
Í Meksiko hevur familjan hjá Susanu ein garð. Har eru tey sjálvforsýnandi við mestsum øllum. Nógvar tropiskar plantur og fruktir.
? Føroyar eru eitt dýrt land at liva í. Og tað er ógvuliga dýrt at ferðast útum landið, vísir hon á.
Men henni dámar væl landið og vøkru náttúruna.
? Her er vakurt og jomfrúuligt. Ongin dálking og tað er ógvuliga torført at finna eitt slíkt land nú á døgum.
Susana sigur seg verða væl móttikna í Føroyum.
? Fólk hava verið opin og fyrikomandi. Ógvuliga blíð. Mær dámar væl føroysku mentanina við, at tú bjóðar fólki ein drekkamunn og okkurt afturvið tá tey koma inn. Tú fært enntá drekkamunn í kirkjuni viðhvørt. Tað er nakað heilt serligt, og tað havi eg ongantíð sæð í Meksiko.
Hvussu leingi steðgað verður í Føroyum á hesum sinni, vita hvørki Jón ella Susana enn. Men fyrr ella seinni gongur leiðin aftur til heita og tropiska landið, sum Susana Mojica de Durhuus, rópar fyri sítt heimland.