Hann hevur verið føroyska útgávan av »Captain Fantastic« seinastu árini.
Stríðsmaðurin hjá HB við sjey-talinum á rygginum.
Umframt føroyameistaraheitið, hevur hann nú aftur vunnið eina heiðursløn. Hesaferð sum einstaklingur.
Fróði Benjaminsen er kosin ársins fótbóltspælari. Tað er annað árið upp í slag.
Helgi L. Petersen er fótbóltsviðmerkjari.
Hann heldur, at Christian Høgni Jacobsen, NSÍ, hevur eisini verið eyðsýndur í hesum kappingarárinum, men Fróði Benjaminsen hevði munin.
– Trýstið økist á leikararnar og liðini, sum kappingin sansar at. HB, EB/Streymur og NSÍ kappaðust um meistaraheitið seinastu umførini. Runavíkingar mistu fleiri týðandi stig í seinastu umførunum. HB dugdi best at handfara trýstið. Tað sigur heldur ikki lítið um Fróða Benjaminsen, at hann er høvuðsorsøkin til, at HB endurvann føroyameistaraheitið. Hann hevur verið besti spælarin í Vodafonedeildini í ár, sigur Helgi L. Petersen.
Fróði Benjaminsen er staddur uttanlands í løtuni, og hann kundi tí ikki taka móti heiðrinum.
Landsliðsleikarin sigur í stuttari viðmerking, at tað er altíð stuttligt at fáa slíkt herðaklapp.
Stoltur pápi
Harry Benjaminsen, pápi Fróða, tók móti steypinum hjá soninum leygarkvøldið.
Hann er sjálvsagt errin av soninum.
– Tað hevði verið stuttligari at staðið her, um tað var eg, sum var kosin ársins spælari. Tað er helst nakað seint nú. Fróði hevur altíð verið ágrýtin og lagt nógva orku í fótbóltin. Hann fór at spæla við bóltin sum tvey ára gamal, og hann hevur nærmast ikki slept honum síðan, sigur Harry Benjaminsen, sum hevur sæð flestu dystirnar hjá Fróða í ár.
Harry Benjaminsen sigur, at sonurin hevur fleiri eginleikar sum fótbóltsspælari.
– Fróði er stríðshugaður, og hann hevur gott bólteyga. Hann er heldur ikki egoistiskur, og hann kennir sín leiklut sum liðspælari, sigur Harry Benjaminsen.
Fróði Benjaminsen hevur vunnið heiðurin sum ársins fótbóltsspælari tríggjar ferðir. Tað var í 2001, 2009 og 2010.