Hann er fjórði spælarin, sum AB styrkir seg við til komandi kappingarár. Fróði Clementsen er uppvaksin í B36, men seinastu 3 árini hevur hann verið partur av góðu gongdini hjá felagsliðnum úr Sundalagnum. Fróði er sterkur og skjótur verjuleikari, og skal hann styrkja um defensiva partin á AB-liðnum.