Frælsur Ítróttur fingið nýggjan høvuðsstuðul

Beint áðrenn farið varð til Oyggjaleikir á Guernsey, skrivaðu Frælsur Ítróttur Føroya og MBM undir samstarvsavtalu. Við avtaluni gerst MBM nýggjur høvuðsstuðul hjá frælsa ítróttinum

Oyggjaleikaluttøkan er vanliga ein av heilt stóru útreiðslunum hjá frælsum ítrótti, soleiðis at tað hevur verið neyðugt at avmarka virksemið millum árini fyri at hava fíggjarliga orku at senda eitt landslið avstað til oyggjaleikir hvørja ferð.

Við avtaluni við MBM verða fíggjarligu karmarnir hjá frælsa ítróttinum munandi bøttir.

Hóast stór tilgongd hevur verið seinnu árini innan motiónsrenning á vegunum kring landið, hevur tað víst seg at vera ein stór avbjóðing at økja áhugan fyri frælsum ítrótti innan lop, kast og renning á rennibreyt.

Hetta kemst fyrst og fremst av, at bert eitt øki er til slíkt virksemi í landinum.

Báðir partar vóna, at avtalan fer av styðja upp undir menningarætlaninar hjá FÍF, sum í fyrstu syftu snúgva seg um at geva børnum og ungum betri møguleikar at íðka frælsan ítrótt í venjing og kapping.

Frælsur Ítróttur Føroya fer í næstum undir at skipa fyri venjaraskeiðum innan frælsan ítrótt.