Frændur og Hallur eru skræddir av hillini

Fríggjadagin komu tvær føroyskar fløgur á gøtuna. Og báðar eru næstan uppi. Frændur og Hallur Joensen góvu fríggjadagin út hvør sína fløgu. 1000 eintøk av báðum fløgum vórðu send í handlarnar kring landið, og í dag eru tær báðar nærum útseldar.

Um vikuskiftið hava Frændur og Hallur Joensen sostatt selt umleið 1000 eintøk av fløgum sínum.

Leygarkvøldið var útgávukonsert hjá Frændum í Høllini á Hálsi, og sunnukvøldið var útgávukonsert hjá Halli Joensen, eisini í Høllini á Hálsi. Og kanska ikki so óvæntað varð útselt til báðar konsertirnar.