HB hevur á tíðindafundi í kvøld kunngjørt Martin Bergvold sum nýggjan spælara í felagnum. Tað hevur verið samband millum partarnar í ein mánað ella so. Nú er greitt, at verjukendi miðvallarin spælir í HB komandi kappingarár.
- Í HB ynskja vit, at útlendsku spælararnir, ið koma til felagið, skulu lyfta spælið. Eg haldi ikki, at eg sigi ov nógv, tá eg sigi at tað ger okkara nýggi spælari. Hann hevur royndir heilt úr Seriu A í Italia og FCK, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í HB
33 ára gamli Martin Bergvold hevur roynt nógv í síni yrkisleið. Hann millum annað eisini spælt í Champions League. Hann er ikki bangin fyri, at motivatiónin verður ein trupulleiki.
- Ein fótbóltsdystur er ein fótbóltsdystur. Líka mikið um tað er í Seriu A ella í Føroyum, so tað verður ongin trupulleiki, sigur Martin Bergvold, sum gleðir seg at sleppa í gongd.
Martin Bergvold er triði danskarin, sum er komin til felagið. Fyrst kom Daniel “Elly” Pedersen og síðani Sebastian Pingel. Í kvøld verður eisini greitt, um Aleksandar Stankov verður leigaður úr Viborg. Hann er úr Makedonia og kann spæla á fremstu plássunum.