Tað eydnaðist ikki norsku favorittunum at vinna HM í kvinnuhondbólti. Eftir sera intensa og ógvuliga spennandi uppgerð endaði finalan í Hamburg við, at tað eru fronsku kvinnurnar, sum hoppa og fegnast yvir at hava vunnið HM, meðan tárini trilla í norsku leguni, har vónbrotið er sera stórt, nú tað er greitt, at Frakland vann finaluna 23-21.
Noreg var favorittur, men norsku kvinnurnar dumpaðu. Lyklaspælararnir megnaðu ikki at liva upp til tað, sum tað varð roknað við. Avrikini hjá málverjunum vóru væl lakari, enn tey annars hava verið í HM kappingin. Eyðkendu skjótálopini sást einki til, og norsku spælararnir misnýttu fleiri brotskøst.
Frakland spenti seg uppaftur meiri út enn tað, sum liðið hevði víst í hinum dystunum í HM kappingini. Verjan var sum bergið, málverjarnir stóðu seg væl, og hugflogið í álopsspælinum var framúr í finalu, sum var ógvuliga undirhaldandi og spennandi.
Hetta er onnur ferðin, at Frakland er heimsmeistari í kvinnuhondbólti. Fyrsta ferðin, at Frakland vann HM, var í 2003.
Tað eydnaðist ikki Svøríki at vinna fyrsta heiðursmerkið í HM í kvinnuhondbólti. Í dystinum um triðja plássið tapti Svøríki 24-21 ímóti Hollandi.