Framløga av ættarriti verður løgd fram á Strondum

- Vit bjóða kaffi, te og køkur, og fólk kunnu ogna sær ættarritið fyri 100 krónur, siga tey í Sjóvar kommunu

Týskvøldið hin 9. juni klokkan 19  verður framløga í bygdahúsinum á Strondum av ættarritinum fyri eftirkomararnar hjá Bærent Magnussen og Petronellu Pedersdatter.

 

- Teksturin í ættarritinum er samandráttur av framløgunum á ættarstevnuni, sum var í bygdahúsinum hin 22. apríl 2023, siga tey í Sjóvar kommunu.

 

Sagt verður, at í sambandi við framløguna verða stuttar hugleiðingar um ættina, Gerðabátarnar og ættartalvuna. 

 

- Vit bjóða kaffi, te og køkur, og fólk kunnu ogna sær ættarritið fyri 100 krónur. Øll eru vælkomin til framløguna, siga tey í Sjóvar kommunu.

 

##med2##

 

- Teksturin í ættarritinum er samandráttur av framløgum á ættarstevnu