Framsókn hevði fingið 6,4 prosent, sum er ein afturgongd upp á 0,5 prosentig.
Miðflokkurin er næstur við 4,3 prosentum, sum er ein afturgongd upp á 1,2 prosentstig síðan seinasta val.
Sjálvstýrisflokkurin hevði verið minstur við 3,5 prosentum. Tað er 0,5 prosentstig lakari enn á seinasta vali.
##med2##
Sperrumarkið at fáa ein tingsess er 1/33, sum svarar til 3,03 prosent.
Slagið um Havnina verður mangan nevnt – at tann, sum vinnur Havnina vinnur løgtingsvalið. Á seinasta løgtingsvali vóru Javnaðarflokkurin (26,9%) og Tjóðveldi (26,2%) nógv størri enn Fólkaflokkurin (13,3%) og Sambandsflokkurin (14,2%).
Les eisini: Gallup: Javnaðarflokkurin enn størsti flokkur
Tað er vert at merkja sær, at Framsókn á seinast løgtingsvali hevði munandi størri undirtøku í Havn, enn hann hevði í miðal kring landið. Og nógv størri undirtøku enn hinir smáu flokkarnir, Sjálvstýri og Miðflokkurin.
Framsókn fekk 11,8% ella bara 1,5 prosentstig minni enn Fólkaflokkurin í Havn. Bara 162 atkvøður vóru á muni millum Framsókn og Fólkaflokkin í høvuðsstaðnum.