Framtíðar vegasamband í Føroyum

Lat meg byrja við at siga, at eg gangi inn fyri, at gera undirsjóvartunnil millum Eysturoynna og Streymoynna.

 

Eg gangi eisini inn fyri, at farast skal undir, at gera undirsjóvartunnil millum Streymoynna og Sandoynna.

 

Eitt framkomið samfelag krevur ein góðan infrastruktur. Ein góður infrastrukturur er ein av grundarsteinunum fyri framburði og trivnaði í samfelagnum, sum kemur flestum  borgarum tilgóðar.

 

So kemur spurningurin hvussu hettar kann gerast.

 

Um tað verður eitt privat partafelag, sum kemur at standa fyri at gera Eysturoyartunnilin, so verða ongar inntøkur harfrá til at fíggja ein Sandoyartunnil og tá kanst tú heldur ikki leggja teir núverandi undirsjóvartunlarnar saman í eitt felag, sum kann hjálpa til við at fíggja Sandoyartunnilin.

 

Sandoyartunnilin er tann einasti undirsjóvartunnilin av hesum tunlum, sum fíggjarliga ikki kann koma at hvíla í sær sjálvum, tí fólkagrundarlagið er ov lágt.

 

Um eitt privat felag skal gera Eysturoyartunnilin, skal viðkomandi felag hava eitt avkast av síni íløgu á umleið 10% árliga. 10% av 1.3 mia. kr. er 130.000.000 kr. sum hettar felagið skal hava tey næstu mongu árini. Um undirsjóvartunnilin skal verða rindaður eftir 30 árum, vil tað siga, at viðkomandi felag skal hava yvir 2.5 mia. kr. í rentum í hesum tíðarskeiði. Er afturgjaldstíðin longri, so verður rentan tað hægri. Rentan í hettar felagið skal hava, er næstan tað tveir Sandoyartunlar kosta.

 

Hvat val hava vit sum føroysk tjóð. Hugsa vit lokalt og lokalpolitist, ella hvat loysir seg best fyri Føroyar og allar føroyingar og hvat fáa vit, sum mest burturúr okkara peningi, ið vit ikki hava í yvirmát í Føroyum. Skal hesin peningur ríka útlendskar fyritøkur upp, ella koma føroyingum í Føroyum til góðar.

 

Um vit øll gloypa alt lokalt í okkum og seta til síðis tankar um at byggja varðar eftir okkum sjálvum og seta okkum yvir okkara egna sjávsøkni, og hugsa um hvussu vit kunna fíggja eina útbygging av tí føroyska vegakervinum, har vit øll muga geva okkara íkast til hesa íløgu.

 

Mítt uppskot er, at tað verður sett á stovn eitt alment partafelag, har báðir teir núverandi undirsjóvartunlarnir, umframt tunnilin millum Kaldbaksbotn og Kollafjørð  koma at verða í. Hettar almenna felag skal so átaka sær, at byggja fyrst Eysturoyartunnilin og síðan beinanvegin, tá hesin er liðugur, fara í holt við Sandoyartunnilin.

 

Tað verður eitt felags gjald fyri at koyra í hesum tunlum. Gjaldið er tað sama, um tú koyrir ígjøgnum ein ella fleiri tunlar. Hettar gjaldið kundi blivið t.d. 50 kr.

 

Tað koyra í dag umleið 1.500 bilar dagliga ígjøgnum  Vágatunnilin  og 2.000 bilar ígjøgnum Norðoyatunnilin og tað verður mett, at umleið 3.500 bilar koma at koyra dagliga í Eysturoyartunnilinum, tá hann er liðugur. Tað er eisini mett at umleið 3-500 bilar koma, at koyra dagliga um Sandoyartunnilin. Umframt at tað koyra eitt stað millum 2-3000 bilar í Kaldbakstunlinum.  Nakrir av hesum bilum koma at koyra í fleiri tunlum sama dag, so um vit ganga út frá inntøkum frá  5.500 bilum dagliga, so gevur hettar eina inntøku á umleið 100.000.000 kr. um árið. Við hesari upphædd kann ein røkka langt.

 

Um hettar almenna partafelag verður upprættað við 300.000.000 kr. i eginpeningi og lánsupphæddin á 900.000.000 kr.  verður afturrinda eftir umleið 25 árum og rentan fyri hetta lánið er 3,5%, er rentan ein skal rinda fyri Eysturoyartunnilin samanlagt fyri hettar lán umleið 400.000.000 kr.

 

Tá Eysturoyartunnilin er liðugur, verður farið í gongd við Sandoyartunilin og tá verður eginpeningurin hækkaður við 150.000.000 kr. og restin verður lánsfíggjað við einari rentu á 3,5%.

 

Um Sandoyartunnilin eisini skal afturrindast eftir umleið 25 árum, so kemur rentan at verða umleið 700.000.000 kr. í hesum tíðarskeiðið.

 

Samanlagt verður rentan, ein skal rinda fyri báðar tunlarnar, soleiðis umleið  1.1 mia. kr. ella minni enn helvtina av tí, sum tað privata felagið skal hava í avkasti bara av Eysturoyartunlinum.   

 

Hvussu sær so samlaða roknistykkið út.

Eysturoyartunnilin:

Lánsgjald: 900.000.000 kr.

Renta 3,5%: 400.000.000 kr.

Eginpeningur: 300.000.000 kr.

Samanlagt 1.600.000.000 kr. 

Sandoyartunilin:

Lánsgjald: 1.350.000.000 kr.

Renta 3,5%: 700.000.000 kr.

Eginpeningur: 150.000.000 kr.

Samanlagt 2.200.000.000 kr.

Samanlagt fyri báðar tunlarnar: 3.800.000.000 kr.

Samlað inntøka í 30 ár har mesta dagsgjaldið er 50 kr. fyri hvønn bil og hækkar við 1,75% pr. ár.

Samlað inntøka: 3.900.000.000 kr.

Saldo avlop: 100.000.000 kr.

Tá hevur tað almenna partafelagið fingið allan eginpeningin afturgoldnan, umframt eitt yvirskot á 100.000.000 kr. umframt at hettar felagið tá fær eina inntøku frá hesum tunlum á umleið 170.000.000 kr.  árliga til aðrar íløgur í vegakervið í Føroyum. Við øðrum orðum, vit fáa baði Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin fyri sama prís, sum tað privata felagið, vil hava fyri bert Eysturoyartunnilin.

 

Skal ein hugsa um sítt egna nærumhvørvi fyrst ella um hvat er best fyri heildina og skal politiska valdið hugsa um sítt egna afturval ella seta seg omanfyri tað og gera tað rætta fyri Føroyar.

 

Landsbúskaparliga kemur hettar eisini at minka um innflutning av brennievni til  bilarnar, sum nýta Eysturoyartunnilin. Teinurin millum Runavík og Havnina er í dag umleið 75 km., og teinurin, um ein kemur at velja Eysturoyartunnilin, er umleið 10 km.  Um ein sigur at hvør bilur sparir 130 km. fyri hvørja ferð, hann velur at koyra um Eysturoyartunnilin aftur og fram, heldur enn eftur núverandi farleið. Tá verða tað koyrdir samanlagt 166 mio. km. færri hvørt ár í Føroyum. Um hvør bilur koyrir í miðal 15 km. pr. litur av brennievni, so spara vit í nýtslu 11 mio. litrar av brennievni hvørt ár. Umframt at tey sum koma at brúka Eysturoyartunnilin, koma at spara knappar 40 kr. pr. túr við at nýta Eysturoyartunilin í mun til í dag, sjálvt um tey rinda 50 kr. fyri at koyra í honum og tey spara eisini hálvan annan tíma fyri hvønn aftur og fram túr.

 

Eg veit ikki hvørja loysn tit ganga inn fyri, men eg eri so ikki í iva longur.