Jóhannus Danielsen, borgarstjór í Nes kommunu, sigur, at Nes kommuna hevur nógv at bjóða sínum borgarum og familjum, ið vilja seta búgv í kommununi.
Í Nes kommunu er góður og lutfalsliga nýggjur barnagarður, sum nú eisini fær vøggustovu.
- Vit hava nýggjan skúla við stórari fimleikarhøll og svimjihyli, og vit hava góðar umstøður til frítíðaraktivitetir við stórari fimleikarhøll og ikki færri tveimum fótbóltsvallum og rennibreyt á Svangaskarði. Haraftrat hava vit ungdómshús.
Borgarstjórin sigur, at á eldraøkinum er kommunan væl fyri í Skálafjarðarsamstarvinum.
- Vinnuliga stendur eisini væl til við ymiskum virkjum og tænastum á havnalagnum og einum skipa-og deksbátaflota, ið framvegis hevur stóran týdning fyri økið.
Jóhannus Danielsen sigur, at í Nes kommunu eru allir fasilitetir og grundleggjandi tænastur, sum allir aldursbólkar eftirspyrja, og tí er framtíðin hjá kommununi bjørt.
- Eins og í flestu kommunum eru inntøkurnar hjá Nes kommunu eisini veksandi, sigur borgarstjórin.