NSÍ er framvegis frammanfyri 1-0 á Svangaskarði við málinum, sum Jónhard Frederiksberg skoraði, tá ið eitt stórt korter var farið.
Jacob Bymar, danski álopsspælarin hjá B68, var ikki førur fyri at koma á vøllin eftir steðgin. Í hansara stað var André Olsen skiftur inn.
B68 hevur havt hug at trýsta fyri at fáa mál ímóti vindinum. Higartil hevur tað ikki eydnast. Ein tann frægasta møguleikan høvdu teir, tá ið teir fingu fríspark mitt fyri og 16,5 metrar úr málinum. Men royndin hjá Øssuri Hansen endaði í NSÍ verjugarðinum.