Sum free-lance-myndamaður hevur Finnur Justinussen tikið myndir fyri bløðini í Føroyum. Seinasta heyst broyttist gerandisdagur hansara frá at vera løntakari til at verða næmingur. Síðst í august mánaði fór Finnur til Minneapolis í Minnesota gjøgnum felagsskapin USA on the Arctis Exchange, ein felagsskapur, sum hevur til endamáls gjøgnum listina at fremja altjóða fatan og frið. Í seks vikur var Finnur í Minnesota, har hann slapp at tevja til professiónella myndatøku í Amerika.
Finnur Justinussen er 21 ára gamal og úr Havn. Ferðin til USA seinasta heyst var hansara næsta til tað lovaða landið. Fyrru ferð var hann sum skiftisnæmingur gjøgnum AFS í 1994 og tá búði hann í einum lítlum býi í norðara parti av Kalifornia.
Eg tosaði við Finn stutt eftir at hann var komin til USA.
JC: Hví ert tú komin til Amerika?
FJ: Mær hevur altíð dámað Amerika, og Amerika hevur teir bestu møguleikarnar fyri myndatøku og myndafólk, serliga teir stóru býirnir. Eg eri komin til Amerika fyri at læra meiri um at taka myndir hjá professiónellum myndamonnum og samstundis at fáa høvi til at vitja familjuna eg búði hjá í Kalifornia fyri fýra árum síðani.
JC: Hvussu leingi steðgar tú í Amerika?
FJ: Eg veri seks vikur í Minnesota og fýra vikur í Kalifornia.
JC: Hvussu fer tú at brúka tað sum tú fært burtur úr her, tá ið tú kemur heimaftur?
FJ: Eg havi brúk fyri at finna út av, um hetta er nakað eg havi hug at gera, og um tað er nakað eg kann gera restina av lívinum. Longu nú veit eg út frá royndum, at tað at taka myndir er vorðið ein stórur partur av mínum lívi. Eg havi havt møguleikan at arbeiða handan leiktjøldini á tveimum stórum lýsingarherferðum, Coca Cola og Jim Beam. Tað er ein spennandi og avbjóðandi vinna. Alt eg havi eftir at gera er at finna mítt serliga arbeiðsøki og hvussu eg kann brúka tað í Føroyum.
JC: Hevur tú eina stuttliga søgu at siga okkum?
FJ: Eg haldi tað er løgið, at eg havi ferðast allan vegin til miðskeiðis í Amerika og at eg framvegis eri umringaður av føroyingum. Tvær føroyskar kvinnur vóru í flogfarinum úr Íslandi, sonurin í húsinum, sum eg búði í í Kalifornia, hevur verið í Klaksvík í tvey ár og tosar føroyskt við meg, og ein onnur føroysk familja er í býnum. Og sum tað ikki er nóg mikið var ráðgevin á framleiðsluni, tá ið vit tóku myndir av Jim Beat, ein ung kvinna seinast í tjúgunum, sum hevði møtt trimum føroyskum gentum, ið ferðaðust gjøgnum Asia fyri nøkrum árum síðani. Føroyingar eru alla staðni.
Vilt tú vita meiri um Arctis Exchange set teg í samband við Róa Patursson á Føroya Fólkaháskúla í Havn, ella Jógvan Lützen í Klaksvík.
Joel Cole er giftur føroyskari kvinnu og býr í løtuni í Shakopee í Minnesota. Hann arbeiðir sum free-lance journalistur og listamaður. Joel Cole fer í Sosialinum framyvir at hava prát við føroyingar, ið ferðast USA.