Tað er franski landsliðsspælarin og Champions League vinnarin við Bayern Munchen, Franck Ribery, sum er kosin besti spælari í Evropa farna kappingarár. Hann vann heitið frammanfyri Lionel Messi og Cristiano Ronaldo.
30 ára gamli Franck Ribery vann alt, sum kundi vinnast við týska felagnum hjá sær, Bayern Munchen. Umframt at vinna at í týsku kappingini, so vann hann saman við liðfeløgunum eisini Champions League.
UEFA besti spælari í Europa er eitt nýtt heitið, sum UEFA í samráð við ítróttarskrivarar kring Evropa handar til tann spælaran, sum hevur verið tann besti fyri sítt lið farna kappingarár.
UEFA besti spælari í Europa verður avgreitt við atkvøðum frá ítróttarskrivarum úr øllum 53 UEFA londunum. Teir tríggir, sum í fyrsta umfari fingu flest atkvøður vóru Lionel Messi, Franck Ribery og Cristiano Ronaldo.
Í fjør vann Andres Iniesta heitið og árið frammanundan vann Lionel Messi.