Fredericia vann seg víðari - Hillerød og Aarhus Fremad eru útsligin

Tað gekk misjavnt hjá føroyingaliðunum í donsku steypakappingini

Mynd: Ritzau Scanpix

Trý føroyingalið vóru í leiki í donsku steypakappingini í kvøld, og eitt av teimum hevur vunnið seg í áttandapartsfinalurnar. Hini bæði eru úti av kappingini.

 

Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge vardi málið hjá FC Fredericia, ið vann 2-1 á Thisted á útivølli. 

 

Oscar Buch legði Fredericia á odda í 27. minutti, og tíðliga í seinna hálvleiki økti Gustav Marcussen til 2-0. Thisted, ið spælir í triðbestu deildini fekk spenning í uppgerðina aftur, men tað eydnaðist Fredericia, ið hevði eina greiða favorittstøðu at knógva sigurin.

 

Poul Kallsberg spældi allan dystin, og Adrian R. Justinussen var á vøllinum seinasta hálva tíman, tá Hillerød á heimavølli fall við æru móti oddaliðnum í superliguni, AGF. 

 

AGF vann dystin 2-1. Gift Links legði AGF á odda longu í fimta minutti. Átta minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá Saman Jalaei javnaði til 1-1. Leingi sá út til, at dysturin fór til longda leiktíð, men í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði Frederik Tingager sigursmálið hjá AGF.

 

Liðið hjá Martini Agnarssyni, Aarhus Fremad tapti á heimavølli 1-2 fyri Hobro. Martin kom ikki á vøllin fyrrenn klokkan vísti 83 minuttir. 

 

Eitt korter var farið, tá Hobro legði seg á odda 1-0, men beint undan steðginum javnaði Frederik Grube til 1-1. Hobro skoraði sigursmálið miðskeiðis í seinna hálvleiki. 

 

Fyribils venjarin hjá Lyngby, Dan Brimsvík sá sínar menn tapa 0-2 fyri FC Keypmannahavn á heimavølli. FCK skoraði málini innanfyri 11 minuttir í seinna hálvleiki.

 

Í annaðkvøld klokkan 18 taka Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Kolding móti superliga-liðnum, FC Nordsjællandi á heimavølli. 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix