Fríggjadagin 15. september verður fyrsta Free Føroyar konsertin í yvir trý ár, tað er Unga Tjóðveldið sum skipar fyri, konsertin verður hildin í sambandi við, at 14. september er dagin fyri, enn er øll skráin ikki løgd, men fyribils er greitt, at millum tey sum framføra verða Petur Pólson, Deja Vu og Uni Debess. Konsertin verður hildin í Tinghúsgarðinum í Havn.
20. apríl í 2001 legði Læraraskúlahøllin pall til fyrstu Free Føroyar konsertina. Undir slagorðinum Nokk er kúgað, trampað og knúlvað! FREE FØROYAR!, skipaði Unga Tjóðveldið saman við Tónleikarum fyri loysing fyri rokkkonsert við nøkrum av mest spennandi bólkunum á føroyska tónleikapallinum, m.a. bólkinum, ið dagin eftir vann Prix Føroyar finaluna, Clickhaze og bólkum sum 200, Týr,. Side Effect, Happy?, ið seinni skifti navn til Makrel og Teir, ið var blúsbólkur hjá Una Debess.
Í tíðarskeiðinum fram til 16. apríl 2003, skipaði Unga Tjóðveldið fyri 8 Free Føroyar konsertum. Talan var um reindyrkaðar propagandakonsertir, ið skuldu eggja undir stríðið fyri Føroyum sum sjálvstøðugari tjóð. Millum bólkarnir vóru talur, skemt og annað á skránni.
Rúni Nielsen fyrrverandi formaður í Unga Tjóðveldinum var ein av fyriskiparunum av Free Føroyar konsertunum. Hann greiðir frá, at konseptið við Free Føroyar konsertum var eitt sindur útvatnað, tá tey gjørdu av at gevast í 2003. Eftir 8 konsertir var trupult at endurnýggja seg, og tí var konseptið lagt til hvíldar.
Barbara Holm núverandi forkvinna í Unga Tjóðveldinum heldur, at tað er meira aktuelt enn nakrantíð áður at skipa fyri Free Føroyar konsert. Í hesum døgum er fullveldið tikið av politisku dagsskránni, og tí er týdningarmikið at fáa vakt fullveldisandan aftur í fólki.
Rúni Nielsen er ikki longur formaður í Unga Tjóðveldinum, men hann er við í fyriskipanini av tiltakinum í Tinghúsgarðinum. Hann heldur aftan á ein steðg í 3 ár er hóskandi aftur at skipa fyri Free Føroyum.
- Frælsu Føroyar hava ongantíð áður enn nú havt slíkan gróðrarbotn í føroyska tónleikapallinum. 200 eru populerari enn nakrantíð, ein hoyrir, hvønn 5 ára gamlan óvita ganga og láta "0-hugsjón" og "Musclemanblað", sigur Rúni, og heldur fram:
- Hesuferð er tað eisini ramari veruleiki enn nakrantíð. Ung fólk í dag eru uppvaksin við hugsaninni um frælsi, sjálvbjargni og fult ræði í egnum landi.
Yvirlit yvir Free Føroyar konsertir
20. apríl 2001 í auluni á Læraraskúlanum í Havn
20. juni 2001 í Sandagerði í Havn
14. september 2001 í høllini á Eiðinum í Vági
15. september 2001 í auluni á Læraraskúlanum í Havn
18. mars 2002 í Skopun í Ungmannafelagshúsinum
1. apríl 2002 í KÍ høllini í Klaksvík
25. apríl 2002 í gamla kommunuskúlagarðinum í Havn
16. apríl 2003 í Losjuni við Gøtugjógv