Freist í dag: Soleiðis letur tú sjálvuppgávuna inn

Taks hevur gjørt eina videovegleiðing til, hvussu tú letur sjálvuppgávuna inn. Freistin er í dag.

Í dag, 1. mai, er altjóða arbeiðsdagur. Tað er dagurin, tá ið frítíðarlønin verður send og so er tað eisini dagurin, tá ið sjálvuppgávan skal latast inn. Ein sjálvuppgáva er eitt yvirlit, sum tú letur Taks um inntøkur og frádráttir tínar, so at stovnurin kann rokna út, hvussu nógv tú skalt rinda í skatti. Øll, sum hava fastan bústað í Føroyum, og sum hava inntøku og/ella frádrátt her ella uttanlands, skulu lata inn sjálvuppgávu. Talan er um tríggjar bólkar: vanligar skattgjaldarar, sjálvstøðugt vinnurekandi og feløg. 

 

 

 

Taks skrivar, at vanligir skattgjaldarar eru tann stóri meirilutin av fólkinum. Hetta eru borgarar, ið fáa løn frá føroyskum arbeiðsgevara gjøgnum sjálvvirkandi skattaskipanina. Sum oftast hevur Taks allar upplýsingar um hesar borgarar, til dømis lønarinntøkur, frádráttir og barnatal.

 

 

Vanligir skattgjaldarar plaga tí ikki at skula senda inn sjálvuppgávu. Teir fáa í staðin sendandi eina skattauppgerð, ið er eitt yvirlit yvir inntøkur og frádráttir, sum Taks er vitandi um, at ein hevur havt síðsta álmanakkaárið. Er uppgerðin røtt, skal ein ikki gera meira, men er hon skeiv, skal ein senda Taks eina sjálvuppgávu við røttum upplýsingum.

 

 

Hevur tú gloymt at lata inn sjálvuppgávu, so ber til at gera tað umvegis borgaragluggan. Taks hevur gjørt eina videovegleiðing, sum einfalt greiðir frá, hvussu tú skalt bera teg at. Trýst á pílin á myndini fyri at síggja vegleiðingina.