Mathjálpin letur í høvuðsheitum frysti- og haldførar matvørur. Klædnahjálpin letur klæði, frá innast til uttast, til børn og ung upp til átjan ára aldur.
17. desember fer Mat- og klædnahjálpini í jólafrí, og tí er seinasta freist at biðja um mat og klæðir áðrenn jól tann 13. desember.
Øll sum hava tørv á mat og klædnahjálp, eru vælkomin at ringja ella senda sms-boð á tel. 283670 ella senda teldupost á klaednahjalpin@redcross.fo.
Mat og Klædnahjálpin er ein dulnevnd tænasta. Øll sjálvboðin eru bundin av tagnaðarskyldu. Tó er neyðugt hjá Mat og Klædnahjálpini at spyrja um praktisk viðurskifti sum kyn, aldur, hvar í landinum, stødd á familju, stødd á klæðum osfr. Hetta verður gjørt fyri at veita best møguliga tænastu og at gera tørvsmetingar.