YRKISFÓTBÓLTUR
Fríggjadagin kom KÍ málverjin, Meinhardt Joensen, aftur av ferð í Danmark. Har hevði hann royndarvant í eina viku við Randers Freja, sum telist ímillum tey fremstu í næstbestu deildini, og sum hevur Atla Gregersen ímillum spælararnar, sum stríðast fyri at vera á besta liðnum.
Meinhardt Joensen hevur verið fyrsta valið millum stólparnar á besta KÍ liðnum tey bæði seinastu árini. Hann hevur lagt nógva orku í venjingina, og hóast hann sjálvur er fyrstur til at ásanna, at hann framvegis hevur nógv eftir at læra, so hevur menningin verið stór.
? Eg var við landsliðnum á Kypros í vetur, og eg fekk boð at venja saman við teimum, tá Liktinstein var í Føroyum í august, og tað ikki bar Jákupi Mikkelsen til at vera við til allar venjingarnar. Tað gevur blóð á tonna. Eg haldi ikki, at eg eigi rætt til landsliðspláss í løtuni. Men tað ræður um at vera klárur, um møguleikin verður. Málverjuplássini eru fá at kappast um, men tað hevur samstundis við sær, at gloppið verður so mikið nógv størri, tá ein fellur frá, um tað so er orsaka av leikbanni ella skaða, sigur KÍ málverjin, sum hevur eina serliga frágreiðing, tá vit halda fyri, at hann leikliga tóktist mennast nógv hetta kappingarárið:
? Eg havi í ár havt møguleikar at læra sera nógv av Jens Martini Knudsen. Á arbeiðsplássinum var arbeiðsgongdin tann, at maðurin, sum arbeiddi leygardag hevði frí ein part av mánadegnum aftaná. Tað bar møguleikan við sær, at eg kundi fara út til Runavíkar, har Jens Martin og eg vandu. Tað er klárt, at ein ungur og óroyndur maður, sum eg eri, tá ið sammett verður við Jens Martin, havi góðar møguleikar at læra nógv av honum.
Dreymurin
Tá ið vit spyrja KÍ málverjan, um hann ætlar sær at gerast yrkisspælari uttanlands, so heldur hann bæði beinini á jørðini:
? Eg rokni við, at teir flestu, sum spæla fótbólt, hava eina ella aðra vón um, at tað skal eydnast at sleppa upp í part úti í heiminum, og at tað skal bera til at liva av frítíðarítrivinum. Men eg haldi eisini, at nógva tosið og skrivingin um henda møguleika seinastu árini hava gjørt, at teir flestu eru greiðir yvir, at tað skal leggast nógv fyri, og at hepnið eisini skal til.
Men tú hevur verið uttanlands og royndarvant?
? Eg var í Randers í eina viku. Søgan er tann, at eg í summar ivaðist í at fara í handilsskúla í Randers. Tá fregnaðist eg um møguleikarnar at spæla fótbólt. Eg slerdi av at fara niður, men møguleikin er framvegis opin, og nú tók eg sjálvur stig til at fara til Randers Freja. Kim Poulsen, sum áður hevur vant Viborg, er venjari, og tað var spennandi at venja saman við teimum. Teir hava ein góðan fyrsta málverja, og eg hevði ikki roknað við, at eg í fyrstu atløgu hevði havt møguleika til annað enn pláss á beinkinum og at spæla á næstbesta liðnum. Venjarin helt eisini, at tað valdast um, hvat teir ætla. Felagið er tvær ferðir farið á húsagang. Um teir vilja eina bíliga loysn, so hevði eg verið ein møguleiki, men um teir enn eina ferð ætla at satsa, so kann tað hugast, at teir velja ein eldri og meiri royndan málverja, sigur Meinhardt Joensen.
Viðurskiftini í Randers tala eru eitt sindur ótrygg. Venjarin, Kim Poulsen, fer úr starvinum á nýggjárinum. Hann skal vera U?18 venjari í Singapore. Fleiri møguleikar hava verið nevndir sum nýggir venjarar, eitt nú Lars Olsen, fyrrverandi danski landsliðsspælarin og liðformaðurin, sum er ein av venjarunum í Brøndby. Men einki er avgjørt.
Tað vil siga, at tú hevur ikki so stórar dreymar kortini?
? Dreymurin um at spæla uttanlands er har. Men eg haldi ikki, at fyritreytirnar at sleppa víðari betrast av at spæla í næstbestu donsku deildini heldur enn at spæla í 1. deild í Føroyum. Áhugin fyri liðunum, sum eru við í kappingini um FM og sum taka lut í Europa Cup er ivaleyst størri, enn hann er fyri liðunum í lægru deildunum í Danmark, og spurningurin er, um munurin í støðinum er so stórur. Eftir at hava verið í Randers haldi eg, at vit eiga spælarar, sum eru eins góðir og kanska betri, enn nógvir av teirra eru. Teir standa seg kanska betri, tí teir spæla fótbólt ein størri part av árinum, enn vit gera í Føroyum.
Veruleikin
Í KÍ er framvegis ógreitt, hvør verður venjari næsta kappingarár. Tað hevur ljóðað at onkrar lokalar loysnir hava verið upp á tal. Vit skilja á lagnum, at leiðslan í felagnum framvegis arbeiðir við at finna aðrar loysnir, men tað er kanska ikki so lætt nú, tá ið tað er so langt útliðið.
Tað er heldur ikki greitt, hvørjir spælarar verða á liðnum. Tað hevur ljóðað, at fleiri hava fingið góð tilboð aðra staðni frá, og tí valdar eitt sindur av óvissu.
? Eg havi ikki gjørt nakra avtalu. Mær hevði dámt væl at hildið fram í KÍ. Men samstundis vita bæði eg og aðrir, at pengar eru í føroyskum fótbólti, og so er einki at siga til, at man vil hava lut í køkuni. Men tað er hugaligt at spæla við KÍ, tá tað gongst væl. Áskoðararnir eru sera áhugaðir. At hálvtu hundrað vóru við í Vági, sjálvt um vit so at siga høvdu mist FM møguleikan er bara fantastiskt. Eg vóni, at KÍ fær sáttmálarnar upp á pláss, og at vit við góðum venjara, sum megnar at geva íblástur, kunnu vera væl við í kappingini. Men einki kemur av sær sjálvum. Tað er eingin loyna, at fleiri eru eftir lyklaspælarunum hjá KÍ, so nú fáa vit at síggja, endar KÍ málverjin, Meinhardt Joensen, sum ? uttan mun til hvar hann fer at spæla ? er sinnaður at leggja nógv fyri í royndini at røkka hægri.