Friðaligt vikuskifti

Vikuskiftið var friðaligt, verður sagt av politistøðunum kring landið. Tó hava bilarnir í Suðurstreymoy í ov stóran mun hug at koyra, uttan at eigarin veit av

Løgreglutíðindi


Løgreglan sigur, at Vikuskiftið var friðaligt. Í Eysturoynni var okkurt smávegis í samband við nógva fólkið, sum komið var saman til Prix Føroyar undankappingina í Fuglafirði. Og í Havn siga tey, at onkrir bilar vórðu stolnir, og onkur annar illa viðfarin. Annars siga poltitistøðirnar ikki frá nøkrum óvanligum.
Løgreglan í Havn sigur, at tey fingu nakrar fráboðanir um bilstuldur bæði í Havn og á Velbastað. Í Øllum førum komu bilarnir aftur. Onkunstaði hevði lykilin helst staðið í, men á Velbastað var farið inn í eini sethús eftir lyklinum, áðrenn bilurin varð tikin.
Ein maður, sum ætlaði sær í Tórshøll um vikuskiftið, slapp ikki inn, og tað dámdi honum ikki. So illa nøgdur var hann, at hann kvittaði við at gera seg inn á bilin hjá duravørðinum. Sagt verður av politistøðini í Havn, at hann soraði bilin sundur. Løgreglan kom uppí, og maðurin selppur at gjalda skaðan aftur.
Onkur varð tikin fyri at koyra ávirkaður, men eingin hevur sovið á politistøðini í Havn um vikuskiftið. Onkunstaðni fóru fólk at klandrast innanhýsis, og løgrelgan varð boðsend.
Trolarin Grímur Kamban, sum fríggjadagin kom fyrstu ferð á Havnina úr Íslandi, fekk eina blandaða móttøku. Fyrst við blómuheilsanum og góðynskjum, men longu um vikuskfiti var onkur, sum breyt inn og legðist á medisinkistuna, sigur løgreglan í Havn.
Av Løgreglustøðini í Eysturoy verður sagt, at vikuskiftið var friðaligt, hóast heilt nógv fólk var á ferð í samband við Prix Føroyar í Fuglafirði.
Eini fýra smærri ósemjur vóru, sum løgreglan kom uppí, og fólk fáa bót fyri brot á politiviðtøkurnar. Annars er einki at siga um tað, sigur løgreglan. Einki harðskapsmál spurdist burtur úr tí.
Ein bilførari varð tikin fyri at kopyra fullur við einum stolnum bili. Og koyrikort hevði hann heldur ikki, so hann sleppur ikki undan ákæru.
Annars var nógv ferðsla bæði við persónbilum og bussum, og løgreglan kannaði javnan ferðsluna. Einir fýra bilførarar fáa eina heilsan fyri at hava koyrt ov skjótt, men eingin so skjótt kortini, at vandi er fyri koyrikortinum.