Einasta ferðin neyðugt var hjá løgregluni at blanda seg uppí tiltakið, var tá ein fullur maður hevði brotið brillurnar hjá einum av vaktunum í høllini. Talan var í hesum føri ikki um nakað harðskapsmál.
Annars hevur løgreglan í Klaksvík frá onkrum smærri ferðsluóhappi. Leygakvøldið rendi ein bilur á eina bingju nærhendis bygninginum hjá Skipafelagnum. Førarin var rúsdrekkaávirkaður og rýmdi, men løgreglan fekk seinni fatur á honum.
Ferðsluóhapp í Sørvági
Løgreglan í Vágum hevði sum vant eitt friðarligt vikuskifti. Tó hendi eitt lítið ferðsluóhapp í Sørvági, har bilførarin rýmdi. Hann var tó funnin aftur innan seks-tíma regluna, so blóðroynd kundi takast av honum. Hann var nevniliga ávirkaður av rúsdrekka.
Bilar fastir á Gøtueiði
Sera hált gerst ofta í brekkuni niðan á Gøtueiði. Firíggjadagin elvdi hálka til eitt lítið ferðsluóhapp á áðurnavnda staði, og gjørdi hetta, at fleiri bilar máttu steðga á veg niðan brekkuna, og sluppu hesir ikki avstað aftur vegna hálku.
Løgreglan í Runavík var annars úti í sambandi við Dr. Bombay tiltøkini, men boðar hon frá, at sera friðarligt var, hóast mongu gestirnar. Tó varð onkur bilur stolin á Glyvrum leygarkvøldið, men hesin varð seinni funnin aftur í Fuglafirði. Eisini varð eitt stereoanlegg stolið úr einum bili.
Løgreglan tók um fýratíðina 3 bilførarar fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka. Av hesum verður ein frákendur førararættin.
Nógv full fólk í býnum
Løgreglan í Havn upplýsir, at nóg fult fólk var í býnum leygarkvøldið. Tó stóðst eingin harðskapur av hesum. Løgreglan tó tvey við á støðina at sova rúsin út, og eisini varð onkur vaktur úti á vegnum og koyrdur heim.
Annars fekk løgreglan vanligar klagur um harðan tónleik og annað um vikuskiftið.
Á landavegnum hevur onkur skavað framt herverk móti einum bili, og niðri í býnum varð ein kompressari settur í gongd. Men beinleiðis harðskapur er eingin farin fram um vikuskiftið.
Eins og vanligt varð onkur tikin fyri at koyra við kenning. Hesuferð var talan um tveir vilførarar, og varð annar av teimum tikin í sambandi við eitt lítið ferðsluóhapp.
Púra friðarligt
Frá løgreglustøðini í Suðuroynni verður sagt , at púrt einki hevur verið at gjørt um vikuskiftið. Løgreglan hevur verið úti og koyrt, men einki hevur verið at sett fingurin á.