Á politistøðini vita tey bert um tvey smávegis óhapp.
Tað hevur verið friðarligt hjá vakthavandi á politistøðini í dag.
- Tað hava bert verið tveir smávegis tilburðir, sum vit vita um. Annað var, at ein maður small um í einum av býbussunum í Havn og varð fluttur á landssjúkrahúsið, men tað hevði lítið upp á seg. Hin tilburðurin var á Heiðavegi í Runavík, har eitt lítið ferðsluóhapp hendi, sigur vakthavandi.
Eisini í tí førinum varð ein ung genta koyrd á landssjúkrahúsið, men eisini her var talanum smáligar snuddir.