Mánadagin fer Fríðrikur kongur til Grønlands saman við grønlendska landsstýhrisformanninum, Jens-Frederik Nielsen.
Tað sigur skrivastovan hjá landsstýrisformanninum við grønlendska miðilin Sermitsiaq.
Jens-Frederik Nielsen fer leygardagin til Danmarkar.
Hann fer millum annað at hitta Mette Frederiksen, forsætisráðfrú og formannin í danska fólkatinginum, Søren Gade.
Síðani fara landsstýrisformaðurin og Fríðrikur kongur saman til Grønlands og lenda í Nuuk mánadagin í næstu viku.
Skráin fyri kongsvitjanina verður kunngjørd seinni, stendur í henni.
Jens-Frederik Nielsen sigur við fjølmiðlarnar, at í Danmark hevur hann "fyrst og fremst" brúk fyri at taka upp aftur samrøður um geopolitisku støðuna við forsætisráðfrúuna.
- Tað er umráðandi, at vit leggja nakrar ætlanir fyri okkara framtíðar samstarv í hesum tíðum, sigur hann.
Landsstýrisformaðurin fer eisini at hava fund við Fríðrik kong á vitjanini í Danmark.
Ritzau roynir at fáa eina viðmerking frá kongsfamiljuni.
Fríðrik kongur fór mikudagin undir eina fyrstu vitjan í Japan, sum endar fríggjadagin við einum privatum døgurða saman við japanska keisaranum Naruhito.
Tað hevur altíð verið ein fragd hjá kongi at ferðast til Grønlands, segði hann fyrr í apríl á ríkisvitjan í Fraklandi.
Hann viðgjørdi tó ikki ein spurning um, hvørt hann hevði ætlanir um vitjan í Grønlandi í næstum.
Útsøgnin hjá Fríðriki kongi um sambandið við Grønland kom í einum tíðarskeiði, har amerikanski forsetin, Donald Trump, nærum dagliga vísti á ynski um at fáa valdið á Grønlandi.
- Tað skal eingin ivi vera um mín kærleika til Grønland, og mítt samband við grønlendska fólkið er intakt, segði hann við TV 2 síðst í mars.
Tað var fyrsta orðið hjá konginum um Grønland, síðani Trump aftur fór at vísa Grønlandi áhuga.
/Ritzau/