Hann vil millum annað hava upplýst, hvussu nógvir fiskidagar eru brúktir og eftir eru í bólki 5A og 5B í ár, og hvussu nógv av fiskidaganýtsluni stavar frá smáum avreiðingum undir 150 kilo í 2025 og 2026.
Fróði Magnussen vísir á, at tá fiskidagaskipanin varð sett í verk, vóru 22.000 fiskidagar tøkir í bólki 5. Í 2025 var talið komið niður á 6.808 dagar, sum svarar til eina lækking upp á meira enn 70 prosent.
Í viðmerkingunum til fyrispurningin leggur hann dent á, at útróður ikki bara er vinnuligt virksemi, men eisini ein týðandi partur av føroyskari mentan og samleika.
Hann spyr tí eisini, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at innføra eitt minstamark fyri, nær ein avreiðing skal telja við í fiskidaganýtsluni, og um ætlanir eru um at geva bólki 5 fleiri fiskidagar ella broyta skipanina, so smærri avreiðingar ikki telja við.
##med2##











