Í hesum døgum er sluppin Johanna TG 326 á forkunnugari ferð, sum byrjaði mánadagin, tá Johanna í góðveðrinum fór av Vági. Av Vági gekk ferðin til Inverness á eystursíðuni í Skotlandi, har farið verður inn í Kaledonsku kanalina, sum gongur tvørtur gjøgnum Skotlandi.
Johanna hevur gjørt fleiri túrar gjøgnum Kaledonsku kanalina. Seinast varð farið gjøgnum kanalina vestanífrá, har farið verður norðanfyri Fort William. Nú gongur leiðin so eystanífrá vestur gjøgnum kanalina og við á ferðini eru 17 mans.
Í góðveðrinum í morgun fór Johanna inn í fyrstu slúsuna við Inverness.
Hetta skrivar Suðurrás millum annað og meira um hetta, og myndir, eru at síggja her: Sluppin Johanna TG 326 gjøgnum Kaledonsku kanalina – Suðuroyarportalurin










