Nevndin í Sandoyar Ítróttarfelag, B71
??
Vit skulu her koma við nøkrum stuttum spurningum til formannin í kappingarnevndini hjá FSF.
Upp/niðurflyting
- Hvussu leingi hevur skipanin við upp/niðurflytingardystum verið roynd, siga tit?
- Hvørjir ítøkiligir trupulleikar hava verið at avgreitt dystirnar?
Broytt kapping hjá 1.deild monnum
Kappingarnevndin hjá FSF hevur gjørt av at broyta kappingina hjá 1.deild monnum. Spælast skulu 27 dystir í staðin fyri 18. Millum lítið og onki hevur verið at frætt um hesa broyting. Petur Simonsen, Finnur Helmsdal og formaðurin í kappingarnevnd FSF´s Bjarki Mohr hava í sjónvarpi og bløðum viðgjørt spurningin.
Í tí sambandinum seta vit formanninum í kappingarnevndini nakrar spurningar, sum hann passandi kann svara undan ella á sjálvum aðalfundinum.
Petur Simonsen hevur víst á, at broytingin helst hevur við sær, at royndu (eldru) leikararnir gevast fyrr, tá ið teir skulu vera í gongd 10 mánaðir um árið. Men Bjarki vísir hesum aftur í samtali við sjónvarpssendingina 3-2. Bjarki sigur m.a.:
"Eg haldi, at hasin óttin er ógrundaður. Teir meira royndu leikararnir - í eldra endanum - eru í gongd stórsta partin av árinum í forvegin, og tað eru júst hesir leikararnir, ið hava víst á, at vit noyðast at gera broytingar, skulu vit koma víðari"
- Bjarki, hvørjir eru júst hesir leikarar, tú vísir til, og hvar hava teir úttalað seg um málið?
Petur Simonsen hevur eisini víst á, at kanska skuldi kappingin byrjað í august og enda í góða veðrinum í juni mánaði. Til hetta sigur Bjarki Mohr í somu sjónvarpssending:
"Orsøkin til, at man velur hetta modellið er, at tað er kanska hetta modellið, man hevur skrivað mest álit um seinastu árini í FSF"
- Er tað møguligt hjá feløgunum at fáa hesi álit at síggja?
Petur Simonsen hevur víst á, at málið um broytingina í 1.deild hjá monnum hevur millum lítla og onga viðgerð fingið. Kappingarformaðurin sigur í SVF-sendingini:
"Tað hevði ikki gjørt sakina verri, men hinvegin kann man siga, at hetta málið hevur verið diskuterað í so nógv ár, farið gjøgnum langa búningar-process, so spurningurin er, um tað hevði broytt so nógv upp á viðurskiftini"
- Kann formaðurin í kappingarnevnd FSF vinarliga vísa á, hvar hetta málið hevur verið diskuterað í so nógv ár?
Við ítróttarkvøðu