FSF leitar eftir fótbóltsmennarum

Í næstum vera fýra fótbóltsmennarar settir í fulltiðarstarv í Fótbóltssambandinum

Føroyskur fótbóltur tekur í næstum eitt týðandi og søguligt fet fram á leið, tá ið Fótbóltssambandið setur fýra fótbóltsmennarar í fulltíðarstarv. Uppgávan hjá teimum fýra verður at menna førleikarnar hjá ungum leikarum í feløgunum kring landið.

 

Feløgini verða býtt millum mennararnir, og við støði í avbjóðingunum hjá hvørjum felag sær, skulu mennararnir hjálpa til at menna og vegleiða venjarar, eitt nú við at leggja dent á ávísar venjingar, og skipa menningina í síni heild.

 

Umframt at virka í feløgunum, so koma mennararnir at røkja nakrar uppgávur sum U-landsliðsvenjarar. Á henda hátt ger starvið ta grundleggjandi fótbóltsmenningina hjá leikarunum til eina samanhangandi heild.

 

Til ber at lesa meira um lýsingina eftir fótbóltsmennarum her.