FSN brýtir ikki mynstringarbann

Á heimasíðuni hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag noktar felagið limum sínum at taka upp arbeiði, sum er rakt av mynstringarbanni hjá Føroya Fiskimannafelag FSN ásannar, at mynstringarbannið, sum Føroya Fiskimannafelag hevur lýst fyri Carlton, framvegis stendur við. Felagið ásannar eisini, at hóast partarnir í málinum hava verið saman fleiri ferðir, røkist einki fyri eini loysn.

- Vit hava nú noktað limum okkara at taka upp arbeiði, sum er rakt av mynstringarbanni.

Sama hevur Maskinmeistarafelagið gjørt.

Føroya Skipara-og Navigatørfelag vísir á, at limir felagsins framhaldandi kunnu sigla við Carlton, tí felagið hevur onga ósemju við reiðaríið, sum eigur og rekur skipið.

- Vit hava bert sáttmála fyri skiparan, 1. stýrimann og 2. stýrimann. Felagið kann bert umboða persónar, ið røkja tey størv, sum eru nevnd í sáttmálanum hjá FSN. Øll onnur størv umborð eru óviðkomandi fyri okkara sáttmála, sigur felagið hjá navigatørunum.

FSN sigur seg virða rættin hjá Føroya Fiskimannafelag at umboða sítt sáttmálaøki.

- Vit fara ikki at gera sáttmála fyri onnur størv enn tey, vit hava sáttmála fyri í dag, sigur Føroya Skipara-og Navigatørfelag.