Füchse Berlin-Melsungen beinleiðis á TV3 Max í kvøld

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spæla toppdyst í kvøld

Tað er háspenningur í oddinum í týsku bundesliguni.

 

Verandi meistarar, Magdeburg eru fremst við 51 stigum fyri 31 dystir. Liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin er næstfremst við 50 stigum fyri 30 dystir. Melsungen er á triðja plássinum, eisini við 50 stigum fyri 30 dystir. Nummar fýra er liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel við 46 stigum fyri 31 dystir.

 

Í kvøld klokkan 19 spæla Hákun og liðfelagarnir í Max Schmelling høllini í Berlin ein sera avgerandi dyst móti Melsungen. Vinnur Füchse Berlin dystin eru teir einsamalt oddalið við 52 stigum. Magdeburg koyrir ótrúliga væl, og tí hevur tað stóran týdning, at Hákun og liðfelagarnir knógva ein sigur í kvøld.

 

Füchse Berlin hevur eina greiða favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum, og her í Føroyum kunnu vit bara krossa fingrar fyri, at tað ber heim hjá Hákuni og liðfeløgunum.

 

Hondbóltsáhugaðir føroyingar kunnu síggja dystin millum Füchse Berlin og Melsungen á TV3 Max, ið er millum rásirnar, ið síggjast á Televarpinum. Sendingin á TV3 Max byrjar klokkan 18.55.