Fuglaveiðan í Mykinesi skal endurskoðast

Tey, ið hava áhuga fyri fuglaveiðu, fara helst við áhuga at fylgja við tí, sum fer at spyrjast burtur úr eini grannastevnu í Mykinesi um ein mánað.

Sýslumaðurin í Vágum, John Kruse hevur nú boðað frá, at ein grannastevna skal haldast í Mykinesi 3. juni.

Orsøkin til hetta er ein umbøn, sum átta ognarar í Mykinesi sendu sýslumanninum í oktober mánaði í fjør.

Evnið á grannastevnuni er hitt einfalda, men kortini týdningarmikla fyri fólkið í Mykinesi: Ætlanin er nevniliga at endurskoða viðtøkurnar fyri fuglaveiðuna í vestastu oyggj okkara.

Grannastevnan verður hildin fríggjadagin 3. juni, og byrjar hann klokkan 11 í bygdarskúlanum í Mykinesi.