Fuglfirðingar fáa nýtt graslíki

Nýtt graslíki verður lagt á leikvøllin í Fuglafirði beint eftir seinasta dyst fyri summarstøðgin í Effo-deildini.

Umboð fyri Fuglafjarðar kommunu skrivaðu í morgun undir sáttmála við Ide Møblar um nýtt graslíki á leikvøllin í Fløtugerði.

Talan er um Domo Varioslide S Pro 50 við sandi, sum lagt er á ávísar vallir kring landið.

- Graslíki, sum lagt verður á vøllin, er 50 mm. Vit hava eisini avtalað keyp av tveimum FIFA-málum úr aluminium, hvít við neti og hornafløggum.

Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, sigur, at graslíki verður lagt á leikvøllin beint eftir seinasta dystin fyri summarsteðgin hjá Effo-deildini á heimavølli 26. juni 2015.

- Áleggingartíðin er mett til 2-3 vikur, leggur borgarstjórin aftrat.