Fuglfirðingar løgdu bragdliga fyri

1. DEILD: Eisini niðurflytararnir í TB vunnu uttan at mál varð skorað ímóti teimum

Bartal Eliasen, sum her sæst saman við ÍF formanninum Georges Rouah, er nýggjur hjálparvenjari í Fuglafirði

Leygardagin og í gjár var fyrsta umfar í næstbestu deildini. Fýra lið eru nýggj, tá ið sammett verður við í fjør. Tey eru niðurflytararnir ÍF og TB og uppflytararnir Undrið FF og 07 Vestur.

Felags fyri niðurflytararnar var, at teir vunnu, uttan at mál varð skorað ímóti teimum.

Serliga merkisverdur var stórsigurin, sum ÍF vann á útivølli ímóti NSÍ.

Alexander Jovevic, sum býr í Fuglafirði, er nýggjur ÍF venjari, og gamla ÍF kempan Bartal Eliasen er hjálparvenjari. Á ÍF liðnum vóru frá byrjan 10 lokalir spælarar og so argentinski Elvio Gelmini, sum ÍF hevur leigað í AB. Allir teir fimm, sum í seinna hálvleiki vórðu skiftir inn, eru ungir fuglfirðingar.

At frágongdin hevur verið stór í Runavík sást aftur á næstbesta liðnum. Talan var um ungar spælarar saman við tveimum veteranum, Monrad Holm Jacobsen og Pól Jóhannus Justinussen.

Danski Dan Jensen er nýggjur TB venjari, og hjálparvenjari er lokali Niels Rødgaard.

Sjey útlendskir spælarar vóru millum teir fyrstu ellivu, tá ið TB hevði vitjan av næstbesta B36 liðnum, sum fór norður við 2-0 tapi. Nikolei Johannesen umsetti tíðliga í seinna hálvleiki brotsspark til 1-0, og nýggi danski spælarin Mikkel Blåholm staðfesti heimasigurin. Sonni Djurhuus er nýggjur B36 venjari, og saman við honum í Suðuroy vóru so at siga bara heilt ungir spælarar.

Undrið FF, har Hegga Samuelsen er nýggjur venjari, var í fyrsta landskappingardystinum nakrantíð í næstbestu deildini á Sandi, har úrslitið varð 1-1. Rói av Fløtum legði gestirnar á odda og var søguligur fyrsti málskjútti hjá Undrið FF í næstbestu deildini. Hetta var tveir minuttir undan steðginum, tá ið hann við brotssparki setti bóltin framvið Símun Rógva Hansen, sum vardi B71 málið. Miðskeiðis í seinna hálvleiki gjørdi Undrið FF sjálvmál.

Í fjør endaði Víkingur næstfremst í næstbestu deildini, og trivaligi 5-2 sigurin á útivølli ímóti HB bendir á, at víkingarnir við góðari blanding av meiri og minni royndum spælarum aftur í ár eru knáir. Pætur Petersen skoraði bæði HB málini, og hjá Víkingi var Martin Klein Joensen, sum spælir alt meiri á besta liðnum, tvífaldur málskjútti, eftir at hann beinanvegin eftir steðgin varð skiftur inn. Magnus Heinason skoraði fyrsta málið hjá gestunum, og Árni Nóa Atlason, sum 15. januar fylti 16 ár, skoraði eitt mál, og so gjørdi HB eisini sjálvmál.

Í Sørvági legði heimaliðið 07 Vestur, sum er nýtt í næstbestu deildini, rygg til 4-1 tap ímóti KÍ. Á heimaliðnum vóru millum aðrar Martin Tausen, sum undarfarnu árini hevur verið stuðul á besta liðnum, men sum nú er givin í fremstu røð, og Ragnar Weihe, Albert Theis Nielsen og Eiler Fróðason, sum allir hava spælt eitt sindur á besta liðnum.

Á KÍ liðnum var veteranurin Kristoffur Jakobsen liðfomaður, og saman við honum vóru eitt nú Símun Kalsø, Tóki á Lógv, Olaf K. Hansen og Jákup N. Vilhelmsen, sum allir venja við besta liðnum.

NSÍ – ÍF 0-5 (0-2)

0-1: Elias J. Lervig 22.

0-2: Gundur E. Petersen 38.

0-3: Hans Jákup J. Lervig 46.

0-4: Hans Jákup J. Lervig br 52.

0-5: Jóhan Petersen 67.

07 Vestur – KÍ 1-4 (0-2)

0-1: Ari Jacobsen 2.

0-2: Olaf K. Hansen 16.

0-3: Eivin Sørensen 57.

1-3: Albert Theis Nielsen 58.

1-4: Ari Jacobsen 62.

HB – Víkingur 2-5 (1-2)

0-1: Magnus Heinason 22.

1-1: Pætur J. Petersen 26.

1-2: Árni Nóa Atlason 38.

1-3: Sjálvmál 61.

2-3: Pætur J. Petersen 63.

2-4: Martin Klein Joensen 71.

2-5: Martin Klein Joensen 82.

B71 - Undrið FF 1-1 (0-1)

0-1: Rói av Fløtum 43.

1-1: Sjálvmál 66.

TB – B36 2-0 (0-0)

1-0: Nikolei Johannesen br 51.

2-0: Mikkel Blåholm 75.

ÍF1100503
Víkingur1100523
1100413
TB1100203
B711010111
Undrið1010111
B361001020
HB1001250
07 Vestur1001140
NSÍ1001050

2. umfar

Leygardagin 12. mars

ÍF – B36

07 Vestur - HB

B71 – NSÍ

Undrið FF – TB

Sunnudagin 13. mars

KÍ - Víkingur

Bartal Eliasen, sum her sæst saman við ÍF formanninum Georges Rouah, er nýggjur hjálparvenjari í Fuglafirði